Vestergaard bíðar eftir uttanlandsnevndini

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevði í morgun fund við uttanlandsnevndina, har hann kunnaði um, hvørja leið hann ætlaði at ganga í sildamálinum.

- Nú er ein fundur millum ein landsstýrismann og eina løgtingsnevnd í trúnaði, og tí kann eg ikki í smálutum siga, hvat fór fram. Men eg kunnaði nevndina um, hvat eg ætli mær at gera, tá talan verður um at áseta Føroyum eina sildakvotu, sigur Jacob Vestergaard.

Uttanlandsnevndin er tískil kunnað, og landsstýrismaðurin bíðar tí eftir tí tilmæli, sum nevndin fer at koma við.

- Vit hava higartil bert fingið 5, 16% av samlaðu sildakvotuni, og tað er eftir mínum tykki alt ov lítið, og sildakvotan verður munandi størri enn tað. Men hvussu stór hon verður, er enn ein spurningur millum uttanlandsnevndina og meg, sigur Jacob Vestergaard.

Hini strandalondini samdust annars um eitt býti av kvotuni, men hesari semjuni vóru Føroyar ikki ein partur av, júst út frá tí sjónarmiði, at føroyski parturin var alt ov lítil.

- Tá eg havi fingið afturmelding frá uttanladnsnevndini, fari eg at áseta Føroyum eina sildakvotu, og uttanlandsnevndin plagdi at arbeiða skjótt, sigur Jacob Vestergaard.