Danski vindmylluframleiðarin Vestas hevur tryggjað sær tann størsta ordran higartil á amerikanska marknaðinum.
Tað stendur í boðum frá felagnum í kvøld.
Ordrin er upp á 1,1 gigawatt til eina vindmyllulund í statinum New Mexico, ið kallast SunZia Wind, sum amerikanska felagið Pattern Energy er í ferð við.
– Tað er størsti ordrin hjá Vestas nakrantíð á amerikanska marknaðinum og størsta einstaka landvindmylluætlan í heiminum, skrivar felagið.
SunZia Wind skal tilsamans vera upp á 3,5 gigawatt, sæst á heimasíðuni hjá Pattern Energy.
/ritzau/











