Hetta er fyrstu ferð, at Lena roynir seg við kirkjukonsert. Sunnukvøldið verður eisini møguleiki fyri at síggja sjónleik, tá kabarettin verður spæld. Fríggja- og leygarkvøldið eru eisini sýningar. Eitt annað tónleikatiltak sunnukvøldið verður eitt sokallað cafékvøld, har Sámal og Jóan Jakku spæla, umframt at felagssangur og harmonikutónleikur eisini er á skránni.