Margrethe Vestager sigur við danska blaðið Politiken, at hon er valevni til eitt av teimum stóru ES-størvunum, eitt nú starvið sum forkvinna í ES-nevndini.
Tá ES-kommiserurin Margrethe Vestager í morgin setur seg á odda fyri evropiska floksfelagsskapinum Alde, verður hon ein teirra, sum skal standa á odda fyri felagsskapinum fram til evropatingsvalið 23. - 26. mai. Samstundis verður hon alment valevni til eitt av teimum stóru størvunum, sum skal býtast út eftir valið, eitt nú starvið sum forkvinna í ES-nevndini. Tað sigur hon fyri fyrstu ferð, í eini samrøðu við Politiken.
»Eg eri ein partur av liðnum«, sigur hon við blaðið.
Mótsætt hinum floksfelagsskapunum er Alde (Alliancen af Liberale og Demokrater for Europa) ímóti hugskotinum við høvuðsvalevnum. Tí stilla tey upp eitt lið og ikki bara eitt navn.
Margrethe Vestager, sum síðani 2014 hevur verið kommiserur á kappingarøkinum, vil ikki gera viðmerkingar til sínar møguleikar fyri at fáa eitt av teimum høgu størvunum í ES.
»Fram til valið skal eg luttaka við at siga frá, hvat vit hava gjørt seinastu fimm árini. Eg komi ikki so nógv runt, eg havi enn fulltíðarstarv av røkja, men tað verða felagsevropisk kjak, har eg fari at taka lut«, sigur Margrethe Vestager.
Margrethe Vestager vil ikki gera miðmerkingar til sína møguleikar fyri at fáa eitt av teimum heilt høgu størvunum í ES. Hon er kosin sum besti dámdi kommiserurin og verður í altjóða miðlum nevnd sum eitt boð, um enn óvist, til starvið sum forkvinna fyri ES nevndini eftir Jean-Claude Juncker.
Fyri Rem Korteweg, sum er serniorgranskari við hollendska Clingedahl, institut for internationale relationer, er Vestager eitt gott boð, men hon kann fáa trupulleikar.
»Hon er vældámd, seriøs, sjónlig, aktiv og eitt sterkt kort hjá Alde. Persónliga heldi eg, at hon hevði verið ein góð fokvinna fyri nevndinia. Men hon kann verða steðgað av sínum egnu, tí Alde hevur góð valevni, og eg haldi bara, at tey fáa ein sess«, sigur Rem Korteweg við Politiken og nevnir hollendska forsætisráharran, Mark Rutte, sum ein, sum kann legja fót fyri Vestager.
/ritzau/