Sum partur av framhaldandi menningini av Vest Pack í Vestmanna, hevur virkið framt nakrar bygnaðarligar broytingar við tí endamáli at styrkja bæði sølu og framleiðslu.
- Broytingin hevur við sær, at tvey av kendu andlitunum á virkinum nú eru sett í nýggjar positiónir.
Tað sigur stjórin í Vest Pack, Christian Danielsen, sum vísir á, at talan er um teir báðar, Áka Olsen og Thomas B. Thomsen.
- Áki Olsen, sum í nógv ár hevur verið sølumaður og eitt av kendu andlitunum úteftir, verður framyvir søluleiðari. Áki fær soleiðis ábyrgd av søluni og verður við til at styrkja og menna søluna frameftir, sigur stjórin.
Christian Danielsen sigur, at hóast vøksturin hevur verið stórur seinastu árini, eru framvegis nógvir nýggir møguleikar fyri vøkstri, bæði á føroyska og útlendska marknaðinum.
Áki Olsen sigur, at Vest Pack í fleiri ár hevur havt ein munandi part av umsetninginum uttan fyri Føroyar, og hetta er eisini eitt av økjunum, sum satsað hevur verið uppá.
- Vit ætla at gera enn meira við henda partin, sigur søluleiðarin.
Christian Danielsen sigur, at Thomas B. Thomsen, sum hevur havt ymiskar uppgávur á Vest Pack, seinastu nógvu árini hevur verið sølumaður.
- Nú Thomas tekur við sum framleiðslu- og menningarleiðari er hetta ein nýggj funktión í fyritøkuni og ein nýggj avbjóðing fyri Thomas, sigur stjórin.
Thomas B. Thomsen vísir á, at menning, endurnýggjan og dagføringar eru ein náttúrligur partur av avbjóðingunum, bæði hvat framleiðslutólum, tekniskari útgerð og framleiðslustýring viðvíkur.











