Vest Pack altjóða góðkenning

Plkastvirkið Vest Pack í Vestmanna bjóða í dag almenninginum at síggja framleiðsluna á virkinum, sum annars bert fer fram handan læstar dyr. Virkið hevur nú fingið ISO 9002 góðkenning til bæði sølu og framleiðslu av pakkitilfari

Eftir at hava arbeitt í drúgva tíð, er nú komið á mál við at góðskutryggja vørurnar, ið framleiddar verða á P/F Vest Pack. Felagið hevur fingið ISO 9002 góðkenning til bæði framleiðslu og sølu av pakkitilfari.

P/F Vest Pack varð stovnað í 1994 og tók yvir virksemið hjá P/F Tór Plast, sum byrjaði plastframleiðslu í 1977.

Árliga framleiðsluorkan á virkinum er 2000 tons, og við nógvum fjølbroyttum maskinum kunnu fleiri ymiskar vørur framleiðast samstundis. Nevnast kann m.a. extrudering og sveising av plastfoliu, umframt prenting av posum og pakningi eftir ynskjum viðskiftafólkana.

Virksemið fevnir stórt sæð um framleiðslu av plastpakningi og merkiseðlum til íðnað, handil og privata nýtslu. Meginreglan hjá P/F Vest Pack er at nøkta einhvønn tørv innan pakkitilfar, og í hesum sambandi kann virkið serframleiða pakkitilfar, umframt at felagið veitir annað pakkitilfar, ið verður framleitt aðrastaðni.

P/F Vest Pack hevur seinastu tíðina víðkað um virksemi sítt til eisini at fevna um heildarloysnir innan pakkilinjur. T.v.s. at felagið, umframt at veita pakkitilfar, eisini veitir ráðgevan, sum byggir á áralangar royndir og endaliga eisini bjóðar seg fram at veita maskinur o. a., ið skal nýtast til pakkilinjuna.

Ein stórur partur av pakninginum, ið verður framleiddur á P/F Vest Pack, verður nýttur í samband við matvørur. Krøvini til tílíkan pakkning eru sera stór, og verða bert rávørur, ið eru góðkendar til pakking av matvørum, nýttar til hendan partin av framleiðsluni.

At felagið nú er ISO 9002 góðkent merkir, at vit í nógv størri mun kunnu fylgja framleiðsluni og tryggja, at mannagongdirnar verða fylgdar. Endamálið er at náa best hugsandi úrslitinum, bæði fíggjarliga, innan góðsku og viðskiftanøgdsemi.

Á P/F Vest Pack eru 17 starvsfólk, har flestu av teimum hava drúgvar royndir innan økið. Í samband við ISO 9002 góðkenningina hava øll teirra fingið ta útbúgving, ið skal tryggja, at góðskustýringsskipanin kann verða á tí støði, vit hava sett okkum fyri.

Av trygdar- og kappingarávum fer framleiðslan á virkinum vanliga fram handan afturalatnar dyr, men í dag frá kl. 15.00 til 18.00 verður almenn móttøka í P/F Vest Pack, har høvi verður hjá teimum vitjandi at síggja einasta framleiðsluvirkið í Føroyum av slíkum slag.

Starvsfólk fer at greiða frá um framleiðsluna og um ISO 9002 góðkenningina.