- Vandin fyri kjarnorkukríggi er álvarsligur; hann er ektaður og eigur ikki at undirmetast, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, við russiskar tíðindastovur í kvøld.

Veruligur vandi er fyri triðja heimsbardaga

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur í kvøld, at tað er ein veruligur vandi fyri, at kríggið millum Russland og Ukraina kann enda við einum triðja heimsbardaga.

 

- Vandin fyri kjarnorkukríggi er álvarsligur; hann er ektaður og eigur ikki at undirmetast, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, við russiskar tíðindastovur í kvøld.

Aftur í kvøld kom hann við einari nýggjari ávaring, russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, og tað er eitt nú tíðindastovan AFP, sum ber tíðindini frá russisku tíðindastovunum, RIA og Tass.

 

Sergej Lavrov legði dent á, at friðarsamráðingarnar millum londini halda fram, og hann segði seg eisini vænta, at ein avtala millum Ukraina og Russland verður úrslitið av krígnum. 

 

Hvussu ein slík avtala kemur at síggja út, heldur russiski uttanríkisráðharrin fer at hanga saman við hernaðarligu støðuni.

 

Men, Sergej Lavrov duldi ikki fyri, at tað er ein veruligur vandi fyri kjarnorkukríggi. Vandin er álvarsligur; hann er ektaður og eigur ikki at undirmetast, segði uttanríkisráðharrin sambært RIA.

 

Russiski ráðharrin legði aftrat, at vápnaveitingarnar hjá Nato-londum til Ukraina mugu síggjast sum eitt lógligt mál hjá Russlandi.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Tass segði Sergej Lavrov eisini, at Ukraina tók eitt stórt stig skeiva vegin í seinastu friðarsamráðingum, tí landið sambært uttanríkisráðharranum fylgdi ráðum frá USA og Bretlandi.

 

 

 

- Vandin fyri kjarnorkukríggi er álvarsligur; hann er ektaður og eigur ikki at undirmetast, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, við russiskar tíðindastovur í kvøld.