Upprunaliga ætlaði landsstýriskvinnan í mentamálum at seta 10 milliónir krónur av til stuðul til ítrótta- og mentanartiltøk, men hetta varð undir viðgerðini av fíggjarlógini broytt til, at bygging í sambandi við ítrótt og mentan skuldi frítakast fyri mvg.
- Hetta merkir so, at mvg-lógin skal tillagast, so hetta verður møguligt, sigur Rodmundur Nielsen, sum hevur verið við í viðgerðini av fíggjarlógini fyri í ár.
Hann metir, at hetta er eitt ómetaliga stórt framstig fyri bæði ítróttina og mentanina.
- Tað eru fleiri dømi um ítróttafeløg, ið bíða eftir svari upp á umsókn um stuðul til bygging av hølum til ítróttalig endamál, og at fáa ein stuðul, ið svarar til 20% av byggikostnaðinum, er ein sera stór fíggjarlig hjálp til feløgini, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann vísir eitt nú til byggingina av Neistahøllini, sum er farin í gongd, og úr hansara egna nærumhvørvi stendur Støkk fyri at skula byggja eina nýggja høll.
- Eg eri sjálvur blandaður upp í eina ætlan um at byggja eitt nýtt skótahús, og har hevur ein umsókn ligið inni í mentamálaráðnum í trý ár, meðan vit framvegis bíða eftir einum svari. Við hesi nýggju tillagingini í mvg-lógini vita øll, hvar tey standa við atliti til bygging til ítróttalig og mentanarlig endamál, sigur Rodmundur Nielsen.
Skapar virksemi
Hann heldur, at hetta er ein ætlan, ið veruliga kann skumpa undir virksemið í byggivinnuni.
- Eg havi varðhugan av, at tað eru fleiri ítróttafeløg, sum liggja og bíða eftir eini slíkari útmelding frá tí almenna. Tað verið seg fimleikafeløg, hondbóltsfeløg og kappróðrafeløg, sigur Rodmundur Nielsen.
Og tað heldur hann má vera »søtur musikkur« í oyrunum hjá byggivinnuni, sum annars ikki hevur alt ov nógv at tríva í nú um stundir.
- Hetta er ein avgerð, sum fer at hava ávirkan á virksemið kring alt landið, og eisini nakað, ið átti at vakt áhugan hjá ÍSF, heldur Rodmundur Nielsen.
Spurningurin, sum stendur eftir er so, hvussu fíggjarmálaráðharrin tillagar mvg-lógina, og júst hvørjar byggingar hesin stuðulin umfatar.
- Tað verður so ein tulkingarspurningur hjá mentamálaráðharranum, um eitt nú kirkjur og samkomuhús koma undir somu stuðulsskipan, sigur Rodmundur Nielsen.