Olja
-Her er nógv broytt síðani 1999, tá eg vitjaði seinast. Tá hevði sannur rómur og veruleikafjart bjartskygni fastatøkur í føroyingum og útlendsku oljufeløgunum. At koma aftur til Føroya nú fimm ár eftir og síggja, at hetta er avloyst av einum meira veruleikakendum bjartskygni er áhugavert og gott at vera vitni til.
So greið er Clare MacCarthy, kvinnuligi journalisturin á einum av heimsins størstu vinnulívsbløðum, Financial Times, sum júst hevur vitjað aftur á klettunum til tess at fylgja upp skrivingini um føroysku oljutilgongdina.
Clare var her í 1999 og skrivaði fyri Financial Times. Tá vóru bæði føroyingar og útlendsku oljufeløgini í so bjartskygd heldur hon. Tá kendist tað sum at leiðin til stórt oljuríkidømi varð beint um gøtuhornið. Tað skuldi tó vísa seg, at tað tekur drúgva tíð koma á mál í slíkari nýggjari vinnu. Nú hon vitjar aftur, í 2005, heldur Clare MacCarthy, at føroyingar og útlendsku oljufólkini hava eina meira náttúrliga og realistiska fatan av eini komandi oljuvinnu.
-Hetta er tað, sum eg havi fingið burtur úr ferð míni í Føroyum og við at tosa við bæði vinnulívsfólk og politikarar sigur Clare, sum á stuttu vitjan síni í Havn, hevði høvi at tosa við bæði løgmann, landsstýrismannin í vinnulívsmálum og so umboð fyri tvey av teimum virknu oljufeløgunum í Føroyum, ta lítla Føroya Koletni og tað stóra Statoil.
-Eg havi fingið til uppgávu frá mínum arbeiðsgevara í London, at eg skuldi seta fokus á aftur oljutilgongdina í Føroyum við eitt nú at tosa við umboð fyri eitt av teimum smærri feløgunum og eitt av teimum stóru. Mín fatan eftir hesar samrøður er tann, at bæði føroyingar og útlendingar hava fingið eina meira skilagóða støðu mótvegis eini komandi oljuframtíð. Tú merkir ikki, at fólk síggja fyri sær eitt nýtt Kuwait í Atlantshavinum og øllum tí luxus tað kann hava við sær. Eg havi merkt tað soleiðis, at tit hava bæði beinini á jørðini. Nakað bendir á, at her er talan um ein sunnan útvikling. Og tað er hetta eg fari at siga øllum teimum mongu, sum lesa Financial Times um allan heimin.
Annars er Clare sannførd um, at tað gongur heldur ikki so øgiliga long tíð, til Føroyar eru eitt oljuland. Hetta byggir hon serstakliga á stóra áhugan millum oljufeløgini fyri øllum Atlantsmótinum og her ikki minst tey fund, sum eru gjørd í seinastuni. Her sipar hon so fyrst og fremst til stóra oljufundið Rosebank/Lochnagar, beint hinumegin markið til Onglands, sum varð gjørt í fjør.
Í dag kemur Financial Times út í eini hálvari millión eintøkum. Clare stendur á odda fyri skrivstovuni í Danmark, har tað er hennara uppgáva at dekka Danmark, Føroyar og Grønland. Greinin kemur í stóra vinnulívsblaðið fyrst í apríl mánað.









