Var ikki hondbóltsfepur í Póllandi áðrenn, so er hondbóltsfepur nú. Vertstjóðin í EM-endaspælinum í hondbólti, Pólland hevur í kvøld vunnið ein minniligan 31-25 sigur á verandi evropa, heims og olympisku meistarunum, Fraklandi í bólki A. Við góðum stuðuli frá einari fullsettari Tauron Arena høll við 15.000 áskoðarum eydnaðist tað póllendingum at taka fraklendingar á bóli.
Í steðginum vóru póllendingar á odda 15-12. Póllending fingu tvífalt so nógvar tveir minuttirs útvísingar, sum Frakland, men tað helt kortini heim, og meir enn tað. Frakland fekk tríggjar tveir minuttirs útvísingar, meðan Pólland fekk seks. Toppskjútti hjá Póllandi var Karol Bielecki, sum skeyt níggu mál.
Serliga avgerandi var løtan, tá Pólland fór frá einari 16-14 leiðslu til eina 20-14 leiðslu, og tann munurin helt tað, sum eftir var av seinna hálvleiki.
Makedonia fylgir Póllandi og Fraklandi í millumspælið. Tað gjørdist veruleiki tá Makedonia og Serbia spældu javnleik 27-27 (13-13) fyrr í dag. Makedonia og Serbia endaðu bæði á einum stigi, men Makedonia hevur frægari málúrtøku, og vinnur seg tí víðari í millumumfarið.
Pólland tekur fýra stig við sær í millumumfarið. Frakland tekur tvey sig við sær, meðan Makedonia einki stig tekur við sær í millumumfarið. Stigini ímóti Serbia fella burtur.
Endiliga støðan í bólki A :
1 | Pólland | 3 | 3 | 0 | 0 | 84:76 | 6 |
2 | Frakland | 3 | 2 | 0 | 1 | 91:80 | 4 |
3 | Makedonia | 3 | 0 | 1 | 2 | 73:81 | 1 |
4 | Serbia | 3 | 0 | 1 | 2 | 81:92 | 1 |