Vertshús í Havn fekk ávaring-tvær ferðir

Aftur í nátt hevur Løgreglan kanna um skeinkistøð kring landið halda seg til lógir og reglugerðir.

Tað ger løgreglan við jøvnum millumbili og hetta vikuskiftið vóru politistar á rundferð á skeinkistøðum bæði síðstu nátt og í nátt.

Í nátt vóru tað skeinkistøð í Klaksvík og í Havn, sum fingu løgregluna á gátt.

Á vertshúsunum í Klaksvík var onki at finnast at, sigur løgreglan í morgun.

Yvirhøvur var heldur onki at finnast at hjá vertshúsunum í Havn.

Men á einum vertshúsi kunnu tey kortini vænta sær at hoyra aftur frá løgregluni.

Talan er um eitt verthús í Havn, sum fekk ein átalu leygarnáttina tí at tey høvdu ikki latið aftur til tíðina.

Men eigarin hevur eftir øllum at døma ikki skilt tað gula kortið, hann fekk leygarnáttina, tí aftur í nátt var sama skilið.

So hesin sami vertshúseigarin fekk aftur átalu í nátt fyri ikki at lata aftur til tíðina.

Vertseigarar, sum ikki halda seg til lógir og reglar, kunnu missa skeinkiloyvi og nú hesin sami eigari fekk tvær átalur fyri sama brot tvær nætur á rað, fara løgrgrøðingar hjá fútanum at gera av, um meiri skal henda í málinum.