Hvessingur var vertur í Hvalvík og Streymnesi, har tey í dag halda sundalagsstevnu.
Seks gestir bjóðaðu seg fram í 6-mannaførum at kappast við Hvessing, men tað var einki gestablídni at hóma úti á kappróðrarøkinum.
Hvessingur leyp avstað, og Hvessingur smurdi allar hinar av. Talan var um mest sannførandi sigurin higartil í dag, Hvessingur var fram ímóti fýra bátslongdum undan avbjóðarunum, um tað ber til at tosa um avbjóðarar.
Gongurólvur var eins og á norðoyastevnu næstfremstur. Merkisvert var tað, at Strálan á Strondum vann bronsuplássið. Á norðoyastevnu var Strálan nummar seks.
Á norðoyastevnu var Herningur nummar trý, og í dag var Herningur nummar fýra.
1 Hvessingur 5.19.33
2 Gongurólvur 5.27.32
3 Strálan 5.28.39
4 Herningur
5 Riddarin
6 Jarnbardur
7 Lómur