Verthúsið - eitt mekka hjá øldrekkarum og lívsnjótarum

Um stutta tíð letur spildurnýtt vertshús upp í Havn undir heitinum ?Vertshúsið?. Tað skal verða eitt mekka hjá øldrekkarum, tónleikaelskarum og lívsnjótarum yvirhøvur siga Johan Mortensen og Óla Svend Nolsøe, stigtakarar

Nýggj býarmynd

Um ikki so nógvar dagar fær høvuðsstaðurin enn eina mat- og ølstovu. Tað er ?Vertshúsið? í Niels Finsensgøtu, beint við síðuna av Sjónleikarahúsinum. Tað eru Johan Mortensen og Óla Svend Nolsøe, sum eiga Restorffs Bryggjarí, ið hava tikið stig til at innrætta hetta stóra húsið at hýsa bæði mat- og ølstovu og eisini tiltøkum av ymsum slag.

Hóast húsini enn ikki eru liðug innrættað, so vórðu tey kortini ?royndarkoyrd? flaggdagin. Eftir flaggdagshaldið varð ?opið hús? á Verstshúsinum, har fólk kundu støkka inn á gólvið og fáa eina hóming av, hvussu húsið fer at síggja út, tá tað letur upp í næstum.

Tað, sum ein býtur merki í alt fyri eitt, eru sterku litirnir, sum listamaðurin Tróndur Patursson hevur sett saman. Serliga reytt, blátt og grønt. Hetta saman við glasfiigurum av ymsum slag ger húsið til nakað serligt.

Johan Mortesen sigur, at tað hevur verið sera torført hjá Restorff at koma inn á klubbarnar, matstovurnar við fatøli orsakað av, at aðrir ølframleiðarar frammanundan hava innstallalerað fatølsanlegg. -Vit høvdu eina vón um at sleppa inn á Cafe Natur, og høvdu vit tað vóru vit neyvan farnir undir egið vertshús. Men sum sagt, um Restorffs veruliga skuldi fáa fótafesti í heimbýnum, var neyðugt við egnum vertshúsi.

Tí varð farið at leita eftir hóskandi høli og duttu teir mest sum av tilvild á húsini í Niels Finsensgøtu 32, húsini hjá navnframa Dia á Verthúsinum. Teir hildu hetta avbera vakra húsið við søgu og atmosferu og vælklingandi navnaassosiatión vera sum skræddaraseymað til teirra ætlanir. Eigararnir Marjun LaMain og Halgerð Midjord vóru fúsar at leiga og so varð farið til verka.

Húsið er bygt í 1925. Tað varð teknað fyri ein danskan meiarist av H C W Tórgarð. Hann teknaði hesi húsini, Sjónleikarhúsið og Meiaríðið um somu tíð. Meiaristurin búði ikki leingi í húsunum, tá Dia á Vertshúsinum keypti tey.

Johan Mortensen sigur, at teir høvdu fyrst ætlan um at ?innflyta? eina skotska ella írska pub, men komu til ta niðurstøðu, at hetta er vanahugsan og átti man heldur at gera eitt føroyskt vertshús - og hvør var nærri enn Tróndur Patursson at heita á. Tróndur hevur skrýtt nýggjastu Hereford Beefsteuw í Herning og er hann uttan iva kendasti listamaður okkara uttanlanda.

Fyribils hevur Tróndur skrýtt miðhæddina, har barrin verður. Litirnir og naknu damulampurnar eru annarleiðis, vakrar og hava sterka ávirkan á fólk heldur Johan Mortenen. Húsið annars verður eitt permanent gallarí hjá Trónda.

Vertshúsið, sum letur upp seinast í mai, fer at at leggja dentin á dygdarbjór til skilagóðar prísar siga stigtakararnir og leggja aftrat: -Her verður eisini gott vín, gott kaffi og sukurlátur og gott whisky at fáa. Í kjallaranum verður eitt spæli- og danistað. Teir vænta og vóna, at kjallarin fer at verða nógv brúktur til framførslur.

Ovara hæddin er ætlað at leiga út til føðingardagar, samkomur, móttøkur, privatan fimmara, bindiklubbar og jólafrokostar.

Í summar verður hvønn fríggjadag seinnapart uttandura konsert frammanfyri Vertshúsið og attraktiv ?fyraftensbajer? tilboð. Í garðinum verða borð og stólar settir út.

Samantumtikið er ætlanin, at Vertshúsið skal verða eitt mekka hjá øldrekkarum, tónleikaelskarum og lívsnjótarum yvirhøvur sum teir báðir stigtakararnir taka til.