FLOKSTING
?Tað er í mótburðinum, vit skulu vinna styrkina. Og tað finst eingin løtt leið at klintra, segði Høgni Hoydal í sínari formansfrágreiðing á Flokstingi Tjóðveldisfloksins.
Formaðurin nytti fagur myndamál um at finna blómurnar á bjargaleiðum. Ein av boðskapunum var, at tjóðveldisfólk mugu ganga nýggjar leiðir fyri at fremja endamálið hjá flokkinum um eina sjálvstøðugar Føroyar.
Og henda leiðin hevur kanska ongantíð verið brattari við mótganginum seinastu tíðina, men neyðugt er at halda fram, ljóðaði tað frá Høgna Hoydal.
Tann ellivu síður langa formansgreiðingin er stundum ásannandi um tungan burð, men hóast mótgang, metir formaðurin, at haldast kann fram, og flokkurin hevur góð kort á hondini. Hann nýtti flest allar møguleikar at vísa á, at tjóðveldishugsanin bert kann virka í felagsskapi við øllum tjóðveldisfólkum ? og ikki bert teimum fólkavaldu.
Stevnan skal vera, at politikkurin skal snúgva seg um ?Tú&e?, helt Høgni Hoydal.
?Eg nokti fyri, at vit, tá mótburðurin og óløgini eru størst, skulu gevast at rógva. Eg nokti fyri, at vit skulu velja tann pínslaváttarleiklutin, sum tykist vera dyrkaður og hevjaður í føroyska almenninginum, sigur Høgni Hoydal.
Trupult
Hóast formansgreiðingin er full av ljósi og tosaði um betri dagar fyr framman í felagsskapi, verða fleiri síður nýttur til at siga frá um, hvussu trupult flokkurin hevur havt tað í samgongusamstarvi og at føra sín politikk.
Høgni Hoydal segði, at hesi tvey seinastu árini havi verið í afturvendandi politiskum kreppum. Alt ov nógv persónsstríð hevur merkt partapolitiska pallin.
Knútapunktið í truplu politisku støðuni er avlýsta fólkaatkvøðan. Tað vóru eisini aðrir luttakarar á Flokstinginum, sum nevndu avlýstu fólkaatkvøðuna, og tað er týðuligt, at hon vekir í minninum.
?Tað eru avleiðingarnar av hesum,sum vit standa við sum ovurstórur trupulleiki í dag, sigur Høgni Hoydal.
Men fyri at halda fast í søguliga møguleikanum varð hildið fram við samgonguni við einari neyðsemju.
?Men eg skal erliga viðganga, at eg framvegis vakni um næturnar og ivist í, um vit ikki skuldu havt slitið samgonguna, tá hinir samgonguflokkarnir lupu frá upprunaliga fullveldisætlanini, sigur Høgni Hoydal.
Gott val
Høgni Hoydal fegnaðist um valúrslitið hjá flokkinum. Hann heldur valið var ein sigur fyri fullveldishugsjónina.
Men eftir valið vóru aftur nýggir trupulleikar at hóma.
Hesa ferð vóru tað samráðingar á Gamla Apoteki og serliga Fólkaflokkurin. Tað skapti misálit, tá Fólkaflokkurin fór at samráðast við aðrar flokkar, eftir at samráðingarnar við Javnaðarflokkin vóru slitnaðar, og aftur tá Hergeir Nielsen ikki fekk stuðul at gerast tingformaður.
At enda varð ein samgonga fingin í lag við Miðflokkinum, men Tjóðveldisflokkurin visti, at samgongan fór at vera skinklut, tá flokkarnir eru so ymiskir.
Og gongdin higartil hevur ikki verið góð, hóast Tjóðveldisflokkurin er sinnaður at halda fram. Persónsstríð eftir persónsstríð, sum formaðurin illa kann finna orð fyri.
Men trupulleikarnir við fjølmiðlunum verða ikki gloymdir í formansfrágreiðingini heldur.
Hvørt málið sær fekk eina viðmerking frá Høgna Hoydal.
Niðurstøðan var, at fjølmiðlarnir ? hóast góðar sømdir frá flokkinum ? framdi stundum hysteriska viðgerðir av málum, har tjóðveldisfólk ikki sluppu at verja seg.
Men hóast alt rok og klandur, vil flokkurin framvegis royna óroyndar leiðir. Hetta verður við fullveldishugsjóni fyrst og fremst. Minka blokkstuðulin, loysa kommunurnar frá landskassanum og lata tær taka ábyrgd og vinnan skal gerast meira sjálvstøðugt og studningsfrí millum annað.