Havi lisið um ”fína idé” frá mentamálaráðharranum.
Hendan ”fína idé” snýr seg um at seta max løn, hjá einum, sum er lesandi , frá 20.000kr niður á 15.000kr, áðrenn studningurin hjá viðkomandi verður ávirkaður.
Sá eitt innslag í ” Degi og viku” í kvøld. Talan var um júst somu viðurskifti hjá lesandi í Føroyum.
Mær vitandi hevur ein av afturvendandi flosklunum hjá fyrrverandi andstøðu verið, at tað skal loysa seg at lesa her í landinum. Tey ungu skulu trívast og skulu kunna taka útbúgvingar her heima. Tey, sum eru komin til árs, skulu hava møguleika at útbúgva seg, uttan at flyta av landinum.
Hesi seinastu 15 – 16 árini havi eg havt við fólk undir útbúgving at gera. Tey fyrru árini á Føroya Sjómansskúla, og tey seinnu á Vinnuháskúlanum. Stórur partur av teimum lesandi á hesum góða skúla eru fólk, sum eru tilkomin. (um tað undrar mentamálaráðharran, kann hon bara gera sær tann ómak, at vitja skúlan, fyri at fáa at vita, hvat tað er fyri ein skúli og næmingar, hon varar av).
At tilkomin fólk, sum hava verið úti í arbeiðslívinum, síggja sær ein møguleika at søkja sær útbúgving, kann man bara vera glaður um. Tær útbúgvingar, sum møguleiki er at fáa sær á Vinnuháskúlanum, krevja, at tann lesandi hevur royndir úr arbeiðslívinum. Vit tosa altso ikki um 15, 16, 17 ára gomul børn.
Heilt stórur partur av okkara næmingum eru fólk, sum royna at fáa tingini at hanga saman við at arbeiða við síðuna av lesnaðinum.
At hoyra eina blaðunga nývalda ”politikaradamu” – patroniserandi - sita og fortelja, at ”tað skal vera eitt heiltíðararbeiði at lesa”, kann bara fatast sum tað, sum í nútiðarmáli verður rópt ein JOKE.
Hvussu nógvum dupult-ella fleir-løntum alment settum situr hon og arbeiðir saman við?
Hví fara eftir teimum, sum royna at gera ein insats fyri hetta samfelagið? Hví fara eftir teimum, sum royna at útbúgva seg, fyri at føra hetta samfelagið víðari? Hví fara eftir teimum, sum um nøkur fá ár kunnu hava allan heimin sum arbeiðspláss, og samtíðis búgva í Føroyum – og harvið sleipa pening (og vitan) heim til lands?
At tilkomin fólk leggja sær tilveruna tilrættis eftir givnum umstøðum, er onki nýtt. At tey hava verið før fyri at fara undir eina útbúgving, sum passar teimum, tað veri seg eina 9 mánaða, - eina 1½ ára ella eina 3 ára útbúgving, er líka mikið.
Heilt stórur partur av næmingunum eru næmingar, sum hava familju og børn. Fíggingin av útbúgvingini er løgd til rættis eftir teimum møguleikum, tey hava havt fyri at arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Tað er heilt greitt, at møguleikin fyri at hava eina inntøku upp til 20.000 kr hevur givið heilt nógvum fólki møguleika til at fáa sær onkra av útbúgvingunum, sum nevndi skúli hevur at bjóða.
Harafturat skal eg eisini nevna, at tað eru ikki teir næmingarnir, sum hava nógv arbeiði við síðuna av, sum klára seg verst.
At lækka markið úr 20.000 kr niður í 15.000kr er í mínum eygum at blaka góðar næmingar út úr undirvísingarskipanini, og nokta teimum møguleikan fyri útbúgving.
Eg ætli mær ikki at spyrja mentamálaráðharran, hvat hon hugsar fyri sær, heldur at spyrja hana hvat í heitasta hon billar sær inn.
PS: Hvat við at avseta bíðilønia hjá FRÁvaldum politikarum direkta til studningsskipanina? Tey, sum ikki eru undir pensiónsskipan, hava kortini annað arbeiði at fara direkta til. Hevði tað ikki verið góður javnaður?