Verri málmunur forðaði Víkingi Reykjavík at vinna seg víðari

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru lidnir við Liga Cup kappingina

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu mikukvøldið seinasta dystin í Lengjubikarunum - eisini nevnt Liga Cup - á hesum sinni.

 

Víkingur Reykjavík vann í seinasta dystinum í bólki 3, ið var leiktur á heimavølli 2-0 á øðrum liði úr Reykjavík, ÍR.

 

Ármann Ingi Finnbogason og Karl Friðleifur Gunnarsson skutu málini miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Víkingur Reykjavík endaði á øðrum plássinum við 10 stigum. KR hevur eisini 10 stig, men teir hava munandi betri málmun, og tað sendir teir víðari til hálvfinalurnar í kappingini.

 

29. mars spælir Víkingur Reykjavík stórsteypadyst móti verandi steypavinnarunum, Vestri.