Tvey línuskip, sum høvdu verið á Íslandsrygginum, áttu meginpartin av teimum 100 tonsunum, sum vóru á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag. Tey høvdu mest av toski og blálongu og nakað av svartkalva.
Tilsamans vóru 40 tons av toski. Toskur I fór fyri 17,55 krónur í meðal, toskur II fyri 16,64 krónur, toskur III fyri 15,73 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 15,52 krónur.
Av blálongu vóru knappliga 30 tons. Hon fór fyri 10,33 krónur í meðal, og tað er nakað minni enn í síðstu viku. Tað sama var við svartkalvanum. Har vóru knappliga 15 tons, og tað mesta fór fyri 18,79 krónur fyri kilo, sum er væl minni enn ta síðstu tíðina.
Línuskipini høvdu eisini knappliga fimm tons av brosmu. Brosma II fór fyri 9,62 krónur og brosma III fyri 8.70 krónur.
Tey 100 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, vórðu seld fyri eina millión og 380.000 krónur.