Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, hevur nú lagt sítt fyrsta fíggjarlógaruppskot fram. Har eru útreiðslur fyri 99 milliardir dollarar, men inntøkurnar eru bert 85 milliardir.
Í uppskotinum sæst, at guvernørurin hevur valt at halda vallyftið um, at skatturin skal ikki hækka. Hann ásannar, at tað verður truplari at vera fátækur í Kalifornia tað næsta árið, tí játtanin til tey veiku í statinum er skerd. Men sum ikki einaferð er umberingin, at undanmaður hansara framdi fleiri mistøk, sum krevja umfatandi broytingar og eina øðrvísi raðfesting.
Eygleiðarar halda kortini, at tá saman um kemur, er ikki so stórur munur á búskaparpolitikkinum hjá Schwarzenegger og undanmanni hansara, Gray Davis. Ein av atfinningunum ímóti Davis var, at ein ov stórur partur av fíggjarlógum hansara varð fíggjaður við lántøku. Schwarzenegger ger tað sama. Hann skal læna sjey milliardir dollarar.










