Veronika og Kristian í Listasavninum á Sandi

Estlendska songkvinnan Veronika Portsmuth spældi í gjárkvøldið í Miðlahúsinum í Vágsbotni saman við Yggdrasil. Sunnudagin gongur leiðin suður til Sands, har hon og Kristian Blak fara at spæla í Listasavninum.

 

27 ára gamla Veronika er útbúgvin klassikur sangari og orkesturleiðari úr Estlandi. Veronika vitjar í hesum døgum í Føroyum. Hon hevur fingið eina starvsløn fyri í fýra vikur at seta seg inn í tónleikaumhvørvið her og at knýta enn fleiri mentanarbond millum Føroyar og Estland.

Á konsertini í gjár spældi Yggdrasil estisk fólkaløg, løg, ið Veronika hevur skivað á ferð síni í Føroyum og sum hon nevnir m Faroese Songbook, okkurt grønlendskt lag, okkurt íslendskt lag og eitt geronimo lag. Sambært Kristiani Blak, so verður nakað tað sama á skránni á Sandi. Men kanska eitt sindur meira av Veroniku acapella. Kristian Blak, ið man hava spælt í nærum øllum hølum í húsa tónleikatiltøkum í Føroyum, sigur, at hann gleðir seg til at sleppa at spæla í Listasavninum á Sandi, har hann ongantíð hevur verið inni áður.

- Vit skipaðu fyri onkrum konsertum har í sambandi við Summartónar, og eg havi frætt at akkustikkurin er sera góður í Listasavninum, sigur Kristian.

Konsertin verður kl. 16 sunnudagin, og atgongd kostar kr. 50