Verkstova innan Trans Atlantiskt Cleantech í Keypmannahavn

Tann 23. oktober hýsir kandadiski sendiráharrin í Keypmannahavn einari verkstovu innan Nýskapandi Transatlantiskar Cleantech Verkætlanir. Endamálið er at eyðmerkja og taka stig til nýskapandi samstarvsprosjektir í mun til fremjan av varandi orkuskipanum í transatlantiska økinum. Væntaða úrslitið av verkstovuni er, at stig verður tikið til at fremja umframt at fáa fígging til 3-5 nýskapandi cleantech prosjektir við luttøku frá ídnaðar- og granskingarumhvørvinum tvørtur um Norðuratlantshavið.

Umleið 40 luttakarar umboðandi tað norðurlendska økið og Kanada fara at luttaka á ein-dags verkstovuni. Miðað veður eftir umboðum frá fyritøkum í norðuratlants økinum, sum hava áhuga í at nýta meira varandi orkuskipanir; nýskapandi fyritøkum innan varandi orku; granskingar- og menningarstovnar; tjóðar og tvørtjóðar nýskapanarætlanir innan cleantech; og politiskar myndugleikar í tí transatlantiska økinum.

Verkstovan verður samskipað av www.NordSESIL.net <http://www.nordsesil.net/> prosjektinum í samstarvi við www.BlueGreenFuture.com <http://www.bluegreenfuture.com/> og Kanadisku sendiharrastovuna í Danmark. Høvuðsstuðlar eru Nordic Energy Research (gjøgnum NordSESIL prosjektið) og North Atlantic Cooperation (NORA). Áhugaðir luttakarar á verkstovuni kunnu venda sær til nordsesil@risoe.dk innan t. 16. oktober fyri at kunna seg um tøk pláss. Til ber eisini at seta seg í samband við BlueGreenFuture.com, tel. 311085, sigur Bitland í tíðindaskrivi.