Verkstaðir í heimsflokki

Skipað verður fyri 8 ymiskum verkstøðum, tá ungdómsráðstevnan Hetta er tín kommuna verður í Havn

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dansiverkstaður
Dansiverkstaður við Natalie og Kenneth Fogel frá Flowdance Academy, Hip Hop við frálæru av veruligum Hip Hop fólki. Her verður dansa break, hip-hop dance, lockin', salsa, electric boogie, house, latino hiphop, jazz funk, teknik.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Filmsverkstaður
Filmsverkstaður við tveimum agurkum Jákupi Weyhe og Jan Berg, arbeitt verður við ymsum táttum innan filmsgerð: tilrættarlegging, myndaarbeiði, ljóðarbeiði, klipping o.ø.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Handlistaverkstaður
Verkstaður í handlist, arbeiði í leiri við Guðrið Poulsen, skræddara arbeiði við Sólvør Jacobsen og Beintu Vilhelmsen og tøving við Unn Petersen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Myndlistaverkstaður
Myndlistaverkstaður við Ian Luid og Suffíu við Stein. Arbeitt verður við tekning, grafikki og máling. Dentur verður lagdur á uppbygging av myndum og litir og litaval. Høvi verður at velja listagrein.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sjónleikarverkstaður
Sjónleikarverkstaður við Gunnvá Zachariasen og Beintu Clothier, tvær ungar sjónleikarakvinnur geva frálæru í hugflog rødd og rørslu. Arbeitt verður við grundleggjandi sjónleikarvenjingum og karakterum. Á verkstaðnum verður ein sjónleikur gjørdur.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tónleikaverkstaður
Tónleikaverkstaður við tveimum av okkara allar bestu tónleikarum Una Debess og Bjarka Meitel um rútmik og samanspæl. Arbeitt verður somuleiðis við ljóði og sangskriving.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ungdómspolitiskur verkstaður
Ungdómspolitiski verkstaðurin fer at arbeiða við evninum "Hvussu kunnu vit betra um umstøðurnar hjá teimum ungu í Føroyum" Hugskotini hjá teimum ungu skulu brúkast til ger av ungdómsálitið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Øðrvísi ítróttar verkstaður
Verkstaður í øðrvísi ítrótti við Sølva Reinert Hansen ítróttar ráðgeva, Sjúrða Hansen, Boga Andreasen og Jákupi Jacobsen. Frálæra verður í kajak, klatring og sýðing.