Verkstaður
Klokkan var júst farin av níggju fyrrapartin, tá Sosialurin kom niðan á Verkstaðið Vón á Argjum. Brúkararnir vóru júst farnir í steðg, so meginparturin av teimum sótu í matarhøllini og leskaðu seg við onkrum góðum.
Ógvuliga gott lív tóktist at vera í. Brúkararnir sótu runt í matarhøllini og prátaðu, og vóru teir ógvuliga skjótir og beinasamir at vísa okkum, hvagar vit skuldu fara.
Verkstaðið Vón hevur fýra ymiskar deildir. Tær eru: pappírsdeildin, seymideildin, timburdeildin og so har er eisini deild har tey hava evning.
Meginparturin av tí, sum verður framleitt á teimum ymsu deildunum, kanst tú keypa í krambúðini, sum er á sjálvum verkstaðnum.
Í løtuni fyrireika brúkararnir seg til tað stóru jólasøluna, sum stendur í durum.
Stórtrívast
Allir brúkararnir á Verkstaðnum Vón búgva í Havn. Nakrir eru tó av bygd, men búgva teir í Havn mitt í viku, soleiðis at teir kunnu fara til arbeiðis.
Aftaná at hava gingið runt eina løtu og hugt runt á verkstaðnum, fingu vit eitt prát við nakrar av brúkarunum. Ein av teimum var 43 ára gamla Elinborg Hansen, sum er frá Norðagøtu, men dagliga heldur hon til á Marknagilsvegnum.
? Hvønn morgun kemur tann reyði bussurin við Jón Midjord eftir mær, sigur Elinborg.
? Hann kemur eftir mær hvønn morgun og heintar meg so aftur klokkan 16.00, og síðani koyrir hann meg aftur til hús.
Elinborg plagar at skifta um at vera á teimum ymsu deildunum. Viðhvørt er hon á seymideildini og viðhvørt er hon á pappírsdeildini.
Av tí, at Elinborg ikki sær so væl, so arbeiðir hon eisini á Blindastovninum hvønn týsdag og hósdag.
? Mær dámar ógvuliga væl at vera her. Og so havi eg eisini ein so fittan sjeik. Hann eitur Demmus, og hann hevur júst givið fløgu út við M´s Blues Band, fortelur Elinborg stolt.
Ger hondarbeiði
Miriam Reinert er 30 ár og er úr Havn, har hon býr heima hjá foreldrunum.
? Men eg eri hálvur klaksvíkingur, er hon skjót at leggja afturat.
Eisini Miriam trívist væl á verkstaðnum. Hvønn morgun plagar hon at taka býbussin út á Argir, og tá klokkan er 16.00, tekur hon býbussin heimaftur.
Miriam møtir klokkan 9.00 um morgunin, og plagar hon at gera hondarbeiði á seymideildini. Eisini plagar hon at gera upphang.
? Hvørt týskvøld eri eg á kvøldskúla, og hóskvøld gangi eg til matgerð, fortelur Miriam.
Mála "prestar"
Vit tosaðu eisini við tveir ungar dreingir, sum dagliga arbeiða á timburdeildini. Har gera teir "prestar" ella endurskinspelar, sum tað eitur.
Hesir ungu dreingirnir eru Herfinn Haraldsen, 27 ár, úr Havn og Valdemar Dam, 25 ár, úr Streymnesi.
Valdemar býr hjá beiggja sínum í Havn mitt í viku, tí annars hevði hann ikki sloppið til arbeiðis um morgnarnar.
Í løtuni heldur Herfinn til á frítíðarheiminum. Hetta kemst av, at foreldrini eru farin til Onglands í eina tíð.
? Vit plaga at taka býbussin til og frá Verkstaðnum, fortelja teir.
? Okkum dámar væl at vera her. Vit plaga at gera endurskinspelar til Landsverkfrøðingin, og mála teir reyðar og gular.
Tá Landsverksfrøðingurin ringir og sigur, at hann hevur brúk fyri meira pelum, so koyra teir til Kollafirðar við pelunum.
Verkstaðið Vón tykist at vera ein livandi Verkstaður. Brúkararnir ógvuliga fittur og fyrikomandi at tosa við. Uttan iva ein ógvuliga virkin verkstaður á Argjum.