Grønlendski verksmiðjutrolarin, Sisimiut, sum landaði í Kollafirði fyri jól, hevur seinastu dagarnar ligið á Havnini, har skipasmiðjan Mest hevur gjørt ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið umborð.
Nú í endanum av hesi vikuni loysti skipið og setti kós í Barentshavið, har teir skulu royna í norskum sjógvi. Fleiri av manningini umborð á Sisimiut eru føroyingar.
Føroyski verksmiðjutrolarin, Vesturvón, loysti eisini seinnapartin í vikuni á Fuglafirði. Teir fara í russiskan sjógv at royna.
Hinir føroysku verksmiðjutrolararnir, Gadus og Enniberg, fara eisini í russiskan sjógv.
Tað tekur umleið fýra samdøgur hjá skipunum at koma á fiskileið í Barentshavinum.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.