Verksmiðjan umvælast fyri 6 mió. kr

Í gjár fór rækjutrolarin Høgifossur til Danmarkar, har øll verksmiðjan skal umvælast. Umvælingin verður liðug síðst í januar í nýggju øldini. Oilwind í Miðvági skal gera allan hydraulikkin av nýggjum

ÓLAVUR Í BEITI


Fiskiskapurin hjá rækjutrolarunum hevur verið góður árini 98 og 99, og serliga er tað heystfiskiskapurin á Flemmish Kap, sum hevur roynst góður hesi bæði árini. Og ein av orsøkunum til, at verksmiðjan umborð á Høgafossa nú skal umvælast er júst tann at til henda fiskiskap á Flemmish Kap krevst størri kóki- og skiljiorka. Verksmiðjan umborð á Høgafossi er frá 1984, tá ið trolarin var bygdur, og nú mátti umfatandi umvæling gerast.


K. M. Fish

Tað er danska fyritøkan K. M. Fish í Jyllandi, sum skal standa fyri umvælingini, men allur hydraulikkurin verður lagdur av nýggjum av føroysku fyritøkuni Oilwind í Miðvági, ið hevði lægsta tilboðið. Men reiðaríið ynskti eisini, at hetta arbeiðið varð gjørt av Oilwind, tó at donsk tilboð vóru.

Tann 30. januar 2000 skal umvælingararbeiðið verða liðugt og er sjálvt arbeiðið mett at kosta einar 6 mió. krónur.