Suzukifelag Føroya, ið er eitt felag fyri tónleikalærarar og næmingar, ið nýta Suzuki frálæruháttin, hevur í hesum døgum vitjan av Koen Rens, Wilfried van Gorp og Jeanne Janssens, ið eru violinlærarar úr Belgia. Í hesum sambandi verða verkskeið hildin í Vestmanna og í Tórshavn. Fríggjadagin 13. juni klokkan 19.00 verður konsert hildin í Gøtugjógv, har næmingar og lærarar fara at framføra tilfarið, arbeitt hevur verið við í samband við verkætlanina. Konsertin er ókeypis.










