Eitt av bestu og mest gjøgnumarbeiddu hugskotum frá íverksetarum í føroyskari søgu sá dagsins ljós við framløguni av prosjektinum um Skálafjarðartunnilin. Prosjektið bygdi á, at privatir skuldu gjøgnumføra ætlanina uttan eitt klovið oyra ella nakra sum helst trygd frá, ella váða hjá tí almenna. Harafturímóti skal tað almenna fáa íløguna forerandi, tá ið hon er afturgoldin.
Øll politisku veljarafeløgini mótmæltu
Hesum tók eisini ein stórur meiriluti (22-0) undir við og ongin var ímóti fyri sløkum ári síðan, tá ið uppskot til samtyktar var fyri í løgtinginum, um at táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fór undir samráðingar við íverksetararnar av Skálafjarðartunlinum um neyvari ásettar treytir.
Men Djurholm súltaði málið og hesum mótmæltu øll politisku veljarafeløgini í Eysturoynni í juli mánaði í fjør. Djurholm bedýraði, at hetta ikki var so og hann fór til val uppá, at “royndir skapa úrslit” uttan at nakað úrslit hevði sæð dagsins ljós hvat Skálafjarðartunlinum viðvíkti.
Samgongan snarað 180 stig
Tí er tað nú gjørligt hjá nýggju samgonguni at snara 180 stig og taka málið frá íverksetarunum. Soleiðis kunnu “royndirnar” hjá Djurholm vera orsøk til, at tunnilin verður seinkaður ella í ringasta føri als ikki verður gjørdur!
Men fyri at kunna taka hugskotið frá íverksetarunum má nýggja samgongan fyrst avtaka uppskotið til samtyktar ella samráðast soleiðis, at onki úrslit fæst.
Samhaldsfesti, rættartrygd og íverksetarar settir til viks
Úrslitið av hesi nýggju støðu hjá samgonguni er, at:
Ætlanin verður seinkað ella í ringasta lagi dettur heilt burtur
Samfelagssparingin upp á fleiri 100-túsund krónur um dagin verður mist í óneyðuga tíð ella verður heilt mist
Tunnilsgjaldið verður munandi hægri enn neyðugt
Serliga eysturoyingum og norðoyingum verður harvið álagdur ein serligur sandoyarskattur
Rættartrygdin er í vanda, tá ið lóggivið verður við afturvirkandi kraft
Álitið hjá íverksetarum á landsmyndugleikarnar er vekk
Samgongan setur sostatt bæði samhaldsfesti og rættartrygd til viks og vanvirðir íverksetarar.