Hósdagin 5. mars var aðalfundur í Grunninum Íverksetarahúsið hildin í Klaksvík Í nevndina vórðu vald Hilmar Sam Lamhauge, umboð fyri Eik banka, Regin W. Dalsgaard, umboð fyri Vinnumálaráðið, og Kitty May Ellefsen, umboð fyri Klaksvíkar kommunu. Nevndin skipaði seg við Kitty May Ellefsen sum forkvinnu.
Úr nevndini fóru Eyðun Mørkøre og Torben Hendriksen, sum báðir hava sitið í nevndini síðani Íverksetarahúsið byrjaði sítt virksemi í 2007.
Nevnd og stjórn í Íverksetarahúsinum fara framhaldandi at virka fyri, at Føroyar mennist sum ein íverksetaratjóð í fremstu røð. Hornasteinarnir í hesu menning eru góð ráðgeving og effektivar stuðulsskipanir, sum kunnu gera góðar íverksetaraætlanir til eitt aktiv hjá íleggjarum og øðrum samstarvspartnarum at gera íløgur í.
Høvuðsstuðlarnir hjá Íverksetarahúsinum eru enn sum áður Vinnumálaráðið, Eik banki og Klaksvíkar kommuna.