Íverksetarahúsið avsannar, at tað hevur nakað við málið um Vinnuframagrunnin at gera, og húsið sigur seg hava gott samstarv við Bitland.
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um Vinnuframagrunnin. Í hesum kjaki hevur Íverksetarahúsið verið nevnt ferð eftir ferð, men í tíðindaskrivi boða stjórin, Rani Nolsøe, og nevndarformaðurin, Kitty May Ellefsen, frá, at húsið hevur einki við kjakið um Vinnuframagrunnin at gera.
Tey bæði skriva, at Íverksetarahúsið hevur skrivað og sent fleiri umsóknir fyri føroyskar íverksetarar til Vinnuframagrunnin. Hetta er ein tænasta, sum Íverksetarahúsið veitir føroyskum íverksetarum. Íverksetarahúsið setur ikki pengar í fyritøkur ella verkætlanir, og hevur sostatt eingi ?privat? áhugamál í hesum verkætlanum.
Í vár sendi Íverksetarahúsið tvær umsóknir til Vinnuframagrunnin um at stuðla Ársins Íverksetaradegi og einum átakið fyri at fáa íverksetan inn um skúlans gátt. Umsókninar vóru ikki gingnar á møti.
Núverandi nevndarformaður í Vinnuframagrunninum var nevndarlimur í Íverksetarahúsinum. Men tá hesin varð valdur í Vinnuframagrunnin, boðaði hann beinanvegin frá, at hann tók seg úr nevndini í Íverksetarahúsinum, siga Rani Nolsøe og Kitty May Ellefsen.









