Íverksetan í Suðuroy

Nú verður íverksetan sett á breddan í Suðuroy. Byrjað verður við kunnandi fundi mánakvøldið 17. november á Seglloftinum hjá Onnu Kirstin á Tvøroyri.

 

Fundurin byrjar kl. 19.45 við livandi tónleiki frá úrmælingunum Eyðuni Nolsøe og Trónda Enni.

 

Kirstin Strøm Bech bjóðar vælkomin og setur kvøldið.

 

Annika Steintórsdóttir, heimasíðurøkil og verkætlannarfólk í Íverksetarahúsinum, presenterar Íverksetarahúsið.

 

Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Íverksetarahúsinum, tosar um týdningin av at tora. Kitty May fer m.a. at tosa út frá egnum royndum.

 

Í kaffisteðginum spæla Eyðun og Tróndur nøkur løg afturat.

 

Eftir steðgin fer Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, at tosa um, hvussu tað nýhugsandi og resultatorienteraða í íverksetanini kann stimbrast, og um tær ítøkiligu ætlanirnar fyri íverksetan í Suðuri, sum verða framdar í 2009.

 

Almenni parturin av fundinum endar uml. kl. 21.15. Seglloftið hevur tá framhaldandi opið, tónleikurin heldur fram og fólk eru vælkomin at spyrja, gera viðmerkingar og kjakast víðari.

 

Allir suðuroyingar hjartaliga vælkomnir.