Í dag hava Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum og Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinumhava undirskrivað eina trý ára samstarvsavtalu um at menna íverksetaraarbeiðið í fólkaskúlanum.
- Íverksetan er góður førningur hjá okkara unga ættarliði at byggja á bæði í útbúgving og arbeiði. Tað eru tey, sum skulu skapa framtíðarsamfelagið, og tá er umráðandi at duga hegnið at síggja nýggjar møguleikar, skapa nýtt úr gomlum, finna nýggj hugskot, og menna tey til vøru ella tænastu, sum eru áhugaverd hjá brúkaranum, verður sagt úr Mentamálaráðnum.
Lagt verður aftrat, at føroyska samfelagið fær brúk fyri fólki, sum kunnu hugsa nýtt í víðastu merking. Í einum globalum samfelagi, sum krevur smidleika og øðrvísi arbeiðshættir, dugnaligar einstaklingar og eisini, at fólk hava førleikan at samstarva tvørtur um vitanarøki, er hetta neyðugt.
- Nýggj tøkni, nýggir sølu- og framleiðsluhættir, nýggjar vinnur, nýggj vitan saman við samfelags og náttúrubroytingum eru alt avbjóðingar, sum tey ungu skulu taka støðu til.
Mentamálaráðið og íverksetrahúsið hava tí í dag at sett sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum.
- Tað er okkara vón, at hetta fer at verða okkara unga ættarliði til gagns og geva bæði næmingum og lærarum avbjóðingar, íblástur og førleika í teirra arbeiða at menna støðisførleikarnar og seta íverksetan á dagsskránna, siga tey bæði, Helena Dam á Neystabø og Rani Nolsøe.










