MENTAN
Stóra verkið um skaldið Janus Djurhuus eftir Hanus Kamban, sum kom út í danskari týðing eftir Kirsten Brix farna ár, hevur fingið sera góð ummæli í Danmark. Í ummæli í Kristeligt Dagblad skrivar Doris Ottesen 28. januar, at tað er einki minni enn eitt bragd, Hanus Kamban og Kirsten Brix hava gjørt. Hann við síni hugtakandi bók um tað stóra føroyska skaldið og hon við síni góðu týðing av sama stórverki til danskt.
Tí talan er um stórverk, heldur ummælarin fram. Fyri tað fyrsta heilt bókstaviligt. Tvey vøkur bind á tilsamans meiri enn 800 síður. Men hartil kemur, at verkið er so nógv meiri enn ein bókmentalig ævisøga, sum undirheitið sum lítillátið ber brá av. Hanus Kamban, sum sjálvur er skald, hevur við ævisøguni um Djurhuus, ikki bert gjørt eina bergtakandi lýsing av einum ógvuliga samansettum persóni, men eisini hugtakandi og grundleggjandi spennandi, so ein hevur ilt við at ríva seg leysan, sum var talan um ein krimisøgu. Samstundis hevur hann megnað at givið eina lýsing av samtíðini, sum bæði er upplýsandi og spennandi. Ein ógvuliga væl grundað og fjølbroytt lýsing, ikki bert av lívinum hjá J.H.O. Djurhuus, men eisini ein væl útgreinað útlegging av mentanarligu og politisku viðurskiftunum ímillum Danmark og Føroyar. Útleggingin er heilt einfalt eitt gullnám, tá tað snýr seg um at evna eina djúpari fatan av mentalitetinum og sjálvsfatanini hjá føroyingum.
Bókin er eitt bragd og ein stór lesigleði frá byrjan til enda. Teir eru fantastiskir, hasir føroyingarnir, endar Doris Ottesen ummælið.
Eisini í Bornholms Tidende er eitt gott ummæli av verkinum hjá Hanusi Kamban um J.H.O. Djurhuus. Bjarni Åkesson Filholm skrivar, at Hanus Kamban hevur skrivað eina grundiga og virðismikla innføring í lív og verk J.H.O. Djurhuus. Verkið er væl týtt og tilltagað varligt til danska útgávu.










