Verkið sigur meiri enn orðini

Allir politisku flokkarnir ynskja musikkskúlanum alt gott. Teir fegnast allir um tey góðu úrslit musikkskúlin hevur havt. Tónleikalívið blómar sum aldri áður og føroyingar gera seg galdandi í tónleikakappingum bæði her og har. Tónleikur er høgt virðismettur og tá ið okkurt høvi er, halda øll, at tað er gott við tónleiki til at seta dám á átakið. Ung spæla til konsertir í hópatali, og tað er eyðsæð at hettar eru øll sera glað og stolt um

Tað er tí ilt at skilja, hvussu tað ber til, at allur hesin jaligi viljin, øll hesi rósureyðu orðini ikki hava haft nakað ítøkiligt við sær. Teir karmar, sum musikkskúlin hevur at virka í, eru út av lagi vánaligir. Øll vita tað, tað hevur verið alment frammi, hvussu vánlig hølini í Skansastovu eru og hvussu trongligt tað er á Frúutrøð.

 

Hvussu ber tað til at einki er hent? Hava øll hesi føgru orðini einki uppá seg?

 

Okkum tørvar politikarar, sum tora og duga at síggja framtíðina fyri sær, sum standa við síni orð og sum duga at síggja møguleikarnar í, at øll børn í Tórshavnar Kommunu fáa møguleikan at fáa frálæru í tónleiki og at tað almenna tónleikastøðið verður hækkað. Politikarar, sum innan hettar økið tora at fara til verka.

 

Latum okkum leggja alt tað keðiliga og troyttandi grenji afturum – musikkskúlin hevur prógvað sítt virði - á nógvum økjum við betri úrslitum enn nakar hevði ímynda sær. Tónleikurin í Føroyum ger um seg - eisini í útlondunum.

 

Hugsi tykkum, hvat vit - politikarar, tónleikalærarar, foreldur og børn - saman kundu útint, um vit høvdu karmarnar. Ein íløga verd at gera - við vissu fyri stórum vinningi!

 

Gev atkvøðu tína til fólk, sum tú ert vísur í tora at gera orð til verunleika.

 

 

Lærararáðsnevndin

Tórshavnar Musikkskúla

Bernhardur Wilkinson

Gudmund Mortensen