Verkfrøðilesandi hava ov lítlan fakligan førleika

Fakligi førleikin hjá teimum, sum byrja at lesa verkfrøði, er nógv versnaður tey seinastu árini.

Herfyri skrivaði Ingeniøren, at støðugt færri næmingar á teimum donsku studentaskúlunum velja náttúruvísindaligar lærugreinar so sum evnafrøði, alisfrøði og lívfrøði. 

 

Men nú vísir ein kanning, at teir næmingarnir, sum hóast alt velja ta tekniskt-náttúruvísindaligu breytina, eru nógv verri fyri fakliga, tá teir fara undir víðari lestur, enn næmingarnir vóru fyri fimm árum síðani. 

 

Tað er danska verkfrøðingafelagið, sum hevur gjørt kanningina við at spyrja 311 fólk, sum undirvísa í teimum teknisku og náttúruvísindaligu útbúgvingunum á teimum lærdu háskúlunum. Av teimum spurdu svara 44 prosent, at tann fakligi førleikin hjá studentunum er versnaður tey seinastu fimm árini. Seks prosent siga tað øvugta. 47 prosent av teimum spurdu siga, at fleiri av teimum lesandi hava ilt við at fylgja við.

 

Stórur tørvur

Forkvinnan í verkfrøðingafelagnum, Frida Frost, sigur við Ingeniøren, at tað er neyðugt at endurskoða studentaútbúgvingina, og at tað verður trupult at fáa nóg mikið av verkfrøðingum, um tað ikki verður gjørt. 

 

IDA hevur fyrr roknað seg fram til, at tey næstu seks árini verður tørvur á 13.000 verkfrøðingum og 16.000 cand. scient.-um.