Verkfrøðingafelagið havt aðalfund

Verkfrøðingafelag Føroya hevði aðalfund um vikuskiftið og allir tríggir nevnarlimirnir, sum stóðu fyri vali bóru seg undan afturvali

Tað var aðalfundur í Verkfrøðingafelag Føroya um vikuskiftið. Skráin var sambært reglunum og einki óvanligt var á skránni.

Nevndarval var á skránni og hesaferð stóðu tríggir nevndarlimir fyri valið. Teir vóru Jákup Enni, Ragnar Heinesen og Símun Hammer, formaður, men eingin teirra ynskti afturval og tískil skuldu trýggir nýggir nevndarlimir veljast.

Teir tríggir nýggju nevndarlimirnir í Verkfrøðingafelagnum eita Jan Poulsen, Martin Pauli Jacobsen og Rikke B. Hansen. Hinir báðir nevndarlimirnir í Verkfrøðingafelagnum eita Búgvi Apol og Suni Joensen.

Nevndin skipar seg sjálv, men tann fundurin hevur ikki verið enn.


Sáttmálin farin úr gildi

Annars fór sáttmálin hjá Verkfrøðingafelagnum við Fíggjarmálastýrið úr gildi á midnátt sunnukvøldið og samráðingarnar eru so smátt byrjaðar.

Símun Hammer sigur, at ongar beinleiðis samráðingar hava verið enn, men at tey hava tosað leystliga við Fíggjarmálastýrið. Avtalað er gjørd partanna millum um at fara undir samráðingarnar seinni í hesi vikuni.

Spurdur um hvørji mál eru á skránni til samráðingarnar sigur Símun Hammer, at tey fara eftir eini lønarhækkan. Hann vil tó ikki út við hvussu stórt kravið hjá felagnum er, men sigur, at tað er møguligt, at lønarhækkingin verður tengd at samráðingunum um eina nýggja lønarskipan.


Onga høvuðsavtalu

Undir samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið, hevur verið tosað nóg um høvuðsavtalur. Vit spurdu fráfarna formannin Símun Hammer um hvussu støðan hjá Verkfrøðingafelagnum er á hesum økinum.

- Eg vænti ikki at tað verður eitt krav frá okkara síðu. Vit hava fyrr havt høvuðsavtalu við landsstýrið, men hon varð uppsøgd fyri eini tíggju-fimtan árum síðani. Nei, vit fara ikki at biða um eina nýggja høvuðsavtalu.

Men kann tað hugsast, at tit taka við henni um Fíggjarmálastýrið bjóðar tykkum hana?

- Tað vil eg ikki úttala meg um, men sum eg sigið, so høvdu vit eina høvuðsavtalu, sum vit søgdu upp.


Bygnaðarbroyting

Annars er eitt av størstu málunum hjá Verkfrøðingunum í løtuni, ein innanhýsis bygnaðarbroyting. Støðan er nevniliga tann, at Verkfrøðingafelagið er felagið hjá øllum verkfrøðingum í landinum og tað merkir, at eisini verkfrøðingar, sum eru arbeiðsgevarar í tí dagliga, eru limir.

Felagið hevur tikið sær av øllum málum, sum hava við verkfrøðingar at gera, millum annað at skipa fyri skeiðum og fyrilestrum, umframt at virka sum fakfelag fyri føroysku verkfrøðingarnar.

Hetta vilja nógv hava broytt, og tí er stórt arbeiði lagt í eina bygnaðarbroyting. Hon skal skipast soleiðis at felagið verður skipað í eina fakfelagsdeild, til at taka sær av sáttmálaviðurskiftunum, og eina fakliga deild, sum skal taka sær av tí upplýsandi partinum.

Tá verður støðan tann, at bert verkfrøðingar, sum dagliga eru lønmóttakarar verða limir í fakfelagsdeildini, meðan allir verkfrøðingar kunnu verða limir í fakliga partinum av felagnum.

Símun Hammer greiðir frá, at tað hevur verið arbeitt við hesum projekti í rættiliga langa tíð, men nú er komið undir land.

- Eg vænti, at tað gongur eitt hálvt til eitt heilt ár, so er hetta arbeiði liðugt, sigur fráfarni formaðurin at enda.