Verkfalshóttan: Hava svarað fakfeløgunum

Í morgun hana Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið svarað einum skrivi, sum arbeiðsgevararnir í gjárkvøldið fingu frá Starvsmannafelagnum, Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Tað segði Rás2 á miðdegi.

Hetta er svar uppá eitt skriv frá fakfeløgunum í gjárkvøldið eftir at semingsroyndin slitnaði

Men hvat svarið er, vil eingin siga nakað um, og heldur ikki fæst nakað at vita um, hvat tað var, fakfeløgini vildu hava arbeiðsgevararnar at geva svar uppá.

Tí vita vit heldur ikki her og nú, um tað verður verkfall ella ikki.

Keldur í fakfeløgunum hava upplýst fyri bæði Portalin og Rás 2, at tað hevur ikki verið nógv, sum hevur skilt partarnar.

Eitt nú hevur semja verið um lønarhækkingina, sum skuldi verða størri enn 0,85 prosent, sum maskinmeistararnir fingu 1. oktober í fjør og aftur fáa 1. oktober í ár.

Tað, sum annars hevur ligið í buktini fyri at semingsuppskotið kundi skrivast undir, var, at Pedagogfelagið ikki vildi góðtaka ávísar orðingar, eitt nú um at fáa betri tíð til ráðlegging.

Fakfeløgini eru farin undir heilt og tí vita vit ikki, hvørja støðu tey hava, ella nær tey koma við eini fráboðan í kjalarvørrinum á svarinum frá arbeiðsgevarunum.