Líkt er til, at í kvøld fara fakfeløgini at koma við eini fráboðan um tey fara í verkfall, ella um tey framvegis fara at royna eina semju.
Tað sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sum hevur verið á gáttini til verkfall í fleiri dagar, saman við Pedagogfelagnum, Lærarafelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tey fýra fakfeløgini hava viðgjørt støðuna síðani tey mikudagin vrakaðu semingsuppskotið ímeðan arbeiðsgevarin, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, góðtóku tað.
Í dag hava tey fýra fakfeløgini havt fund við álitisfólkini og í kvøld hittast tey aftur at gera støðuna upp.
- Eftir tann fundin koma vit við eini fráboðan, sigur Selma Ellingsgaard.
Nær tað verður, dugur hon ikki at siga, men tað verður allarhelst einaferð í kvøld.
Hon vil ikki siga, hvat fundirnir við álitisfólkini í dag hava ført til og hon vil heldur ikki meta um, hvønn veg, pílurin vísur.
Nú hevur Johan Dahl staðfest í Løgtinginum, at fara tey í verkfall og verður Strandferðslan løgd, er hann sinnaður at fara í løgtingið og áleggja skipunum hjá Strandferðsluni við lóg at sigla.
Vit spurdu Selmu Ellingsgaard um tað hevur órógvað støðuna.
Tað vil hon ikki siga, men hon vónar at løgtingslimir eru so mikið at sær komnir, at teir halda fingrarnar burtur frá slíkum, tí hetta er ikki ein politiskur spurningur, men eitt mál, sum liggur hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og sum teir eiga at loysa við sínamillum avtalum.
Næsti spurningur til Selmu Ellingsgaard er, um tað fær nakrar avleiðingar um Løgtingið ger tað kortini.
- Tað fari eg ikki at gita um, svarar hon.
Men vit spurdu eisini forkvinnuna í Starvsmannafelagnum, hvørja lagnu Strandferðslan fær, skuldi tað komið hartil, at tað verður verkfall.
Tað vil Selma Ellingsgaard heldur ikki siga nakað um.
Men hon vísur á, at tey eru fullgreið yvir, hvat rørist í fólki og í samfelagnum í hesum sambandi.
Hinvegin staðfestir hon samstundis, at eitt verkfall er aldrin ikki ein ynskistøðu, tí tað er altíð síðsti útvegur hjá einum fakfelagi.
Og hvønn veg, tað ber í hesum føri, vil hon altso ikki siga.