Tað er stórur munur á teirri tænastu, sum kundarnir hjá SAS merkja nú, og teirri góðsku, sum SAS altíð hevur staðið fyri.
- Tað versta SAS hevur mist, eru ikki milliónirnar í pengakassanum, men brúkarans álit og trúðvirði. Og tað er tað keðiligasta at missa. Soleiðis lýsir marknaðarførðsluleiðarin Frederik Preisler, ið kemur frá skrivstovuni Mensch, støðuna hjá SAS.
Útsagnin kemur í kjalavørrinum av verkfallinum hjá flogskiparunum, eftir at partarnir ikki kundu finna eina nýggja semju um sáttmálan.
Men nær endar ósemjan? Nær fara teir knapt 1000 flogskipararnir aftur til arbeiðis? Hvussu leingi kann SAS liva við at missa millum 70 og 90 milliónir krónur um dagin? samráðingarfólk eru ymisk á máli um, nær ósemjan í SAS verður loyst og svarini eru ymisk alt eftir hvør verður spurdur.
Um mann lurtar eftir norska meklaranum Mats Wilhelm Ruland, so sær tað ljóst út.
- Eg meti, at partarnir nú standa munandi nærri hvør ørðum, enn teir nakrantíð hava gjørt gjøgnum hesar samráðingarnar.
Hetta segði norski semingsmaðurin, sum luttekur í samráðingunum í Stockholm, við tv2. Mats Wilhelm Ruland luttekur vegna Norra, tí tað snýr seg um flogskiparar úr bæði Danmark, Svøríki og Norra.
Formaðurin í danska flogskiparafelagnum, Henrik Thyregod, ið eisini luttekur í samráðingunum, er meira skeptiskur.
- Eg haldi ikki, at har var nøkur framgongd á fundinum hósdagin. Vit sótu tíma eftir tíma og hugdu út í luftina, meðan vit bíðaðu eftir SAS, segði formaðurin í danska flogskiparafelagnum við Tv2.
Spurdur um hvat bíða varð eftir svaraði Henrik Thyregod soleiðis:
- Hvørja ferð ein avgerð skuldi takast hjá SAS, máttu samráðingarfólkini søkja heimild (hjá leiðsluni í SAS). Tað er ofta ein drúgvur vegur, sum kann taka fleiri tímar, segði Thyregod.
Henrik Thyregod legði afturat, at tey komu ígjøgnum øll punktini, men at tað komu tey eisini til seinastu samráðingarnar, sum heldur ikki bóru á mál.
Høvuðssamráðingarfólkið hjá SAS, Marianne Hernsæs segði við Tv2, at tað er avmarkað hvussu langt SAS kann strekkja seg.
- Vit eru noydd at tryggja, at tað vit gera her, ikki forðar fyri møguleikunum at finna fíggingina í okkara Chapter 11-prices (húsagangsverjuni).
Spurd um hví alt gongur so seint fyri seg, svaraði Marianne Hernæs:
- Tað er tí at har er komin ein nýggjur leistur á borðið, sum vit eru noydd at avklára og finna útav, um hann kann rigga. Vit hava roynt at funnið ein leist, sum nøktar ynskini hjá øllum pørtunum, so vit ganga teimum á møti, og tey ganga okkum á møti.
Hernæs avvísti at koma nærri at tí, sum leisturin ítøkiliga dekkar, eins og hon heldur ikki vil geva sítt boð uppá, um partarnir kunnu koma til eina sáttmálasemju áðrenn vikuskiftið er av.
- Munurin er tann sami sum í gjár. Í nøkrum av teimum umráðandi málunum standa partarnir langt frá hvørjum ørðum, segði høvuðssamráðingarleiðarin hjá SAS.
Sambært SAS fer tað at ganga útyvir tilsamans 200-250 flogferðir og 20.000-30.000 ferðafólk hvønn dag, ósemjan varir.