Verkfallið heldur fram

Samráðingarnar millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið eru enn einaferð endaðar úrslitaleysar.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað eydnaðist heldur ikki hjá semingsmanninum hesaferð at fáa semju í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið. 

 

- Sostatt heldur verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fram, veit KvF at siga nú seinnapartin.

 

Í gjár settust partarnir aftur við samráðingarborðið, og haldast skuldi fram við samráðingunum í dag. 

 

Men, aftur í dag noyddist semingsmaðurin at ásanna, at tað framvegis er ov langt millum partarnar.

 

Tískil tænir tað heldur ongum endamáli í løtuni at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.

 

Samráðingarnar millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið eru soleiðis enn einaferð endaðar úrslitaleysar.

 

Verkfallið heldur fram, og einki røkist í løtuni fyri, at nøkur semja er í ljósmála.

 

 

 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.