- Verkfallið í Føroya Banka fer ikki føra til, at vit fáa lægri prís fyri bankan, nú hann skal einskiljast.
Tað staðfestir Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tá ið starvsfólkið í Føroya Banka fór í arbeiðssteðg beint uppundir at bankin skuldi einskiljast, vóru tað mong, sum stúrdu fyri, at hetta kundi fáa áhugaðar keyparar at missa álitið á bankan og at stinga halan ímillum beinini.
Avleiðingin av tí kundi verið, at vit ikki fáa tann prís fyri Bankan, sum vit annars høvdu kunnað fingið.
Hendan saman iva tok seg upp hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið arbeiðssteðgurin varð lýstur og tí spurdi hann seg fyri hjá serfrøðingunum hjá Svenske Handelsbanken, sum leggja søluna til rættis.
- Teir eru sannførdur um, at verkfallið fer ikki at hava avgerðandi ávirkan á prísin, sigur Magni Laksáfoss og sostt verður framvegis arbeitt eftir teirri fastløgdu tíðarætlanini.
- Tá ið arbeiðssteðgurin er av, er nýggjur sáttmáli ímillum partarnar og so er støðan aftur greið, leggur hann afturat
Tá ið sagt verður, at verkfallið ikki hevur avgerðandi ávirkan á søluna, er tað tí, at tað sjálvandi ikki kann útihýsast, at tað fær onkra smávegis ávirkan og í so fall verður tað neyvan ein positiv ávirkan.
- Sostatt kunnu teir heldur ikki heilt afturvísa, at tað fer at hava eina ávirkan á prísin, tí tað, at tað yvirhøvur er verkfall í fígjarmarknaðinum kann reisa ein iva, tí tað er ómetaliga sjáldsamt.
- Men nakran avgerðandi ávírkan fær tað ikki.
Serfrøðingarnir, sum standa fyri søluni siga, at spurningurin um, hvussu nógv fæst fyri bankan, er í nógv størstan mun tengdur at, hvussu huglagið er á virðisbrævamarknaðinum, tá ið hann verður seldur.
- Tað, sum hevur nógv størstan týdningin fyri søluprísin, er, hvussu gongdin er á virðisbrævamarknaðinum, tá ið hann verður lýstur til sølu.
Og í hesum sambandi kundi tað ikki passa betri, tí teir siga samstundis, at í løtuni er avbera góður stemningur.
- Í hesum døgum verða bankar handlaðir fyri prísir, vit ongantíð hava sæð fyrr, so søguliga sæð, kundi tað ikki passa betri, sigur Magni Laksáfoss.
Hvør orsøkin til tað er, er ilt at siga.
Ikki seldir í verkfallinum
Ætlanin var, at Bankin skal seljast í hesum ársfjórðinginum og nú er bara ein mánaði eftir.
Men fær verkfallið ikki ávirkan á prísin, kann tað kortini henda, at verkfallið fær ávirkan á sjálva einskiljingargongdina, skuldi tað hent, at tað dregur út.
- So leingi verkfall er, kann bankin ikki einskiljast, staðfestir Magni Laksáfoss.
Sostatt verður ikki talan um nakra einskiljing, fyrrenn støðan í bankanum er fingin í rættlag.
Hinvegin er tað eisini ein tummilsregla, at fyritøkur verða ikki lýstar til sølu á virðisbrævamarknaðin á hásumri, tí tá er feria og áhugin rætt og slætt ov lítil.
Kann tað so enda við, at einskiljingin verður útsett til í heyst?
- Tað er ein hypotetiskur spurningur, sum tað er ómøguligt at siga nakað um nú, so tað havi eg ongar viðmerkingar til.
Kann tað so henda, at landsstýrið og Løgtingið leggja upp í arbeiðssteðgin og endar hann við lóg?
- Tað eru heilt avgjørt ongar ætlanir um tað. Viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum skulu partarnir sjálvir avklára og tað skal heilt ómetaliga nógv til, áðrenn lagt verður upp í politiskt. Tað verður ikki gjørt uttan so, at stór, samfelagslig virði eru í vanda fyri at fara fyri skeyti og tað er ikki talan um, sigur Magni Laksáfoss.