Verkfallið viknar av undantaksloyvum

- Eingin orsøk er hjá okkum at fara í verkfall, um alt økið, vit samráðast um, fær undantaksloyvi, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag


 

VERKFALLIÐ

 

Nakrar umsóknir um undantaksloyvi til serstovnar verða viðgjørdar í løtuni í Føroya Pedagogfelag. Haðani verður sagt, at undantaksloyvi verða givin undir serligum umstøður, tá ið tað stendur um lív eitt nú.

 

- Nøkur fá undantaksloyvi eru givin og onnur verða viðgjørd í løtuni. Í samráð við Almannastovuna eru undantaksloyvi givin teimum, har tað er lívsneyðugt. Somuleiðis eru undantaksloyvi givin nøkrum serstovnum, soleiðis at virksemið har koyrir minimalt, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

 

Forkvinnan í Pedagogfelagnum er væl greið yvir, at verkfallið rakar serstovnarnar meint.

 

- Fíggjarmálastýrið hevur ongantíð tikið hetta økið í álvara. Og hví skal verkfallið bara raka kommunurnar, sum tað altíð ger. Serstovnaøkið er eisini ein týðandi partur av okkara arbeiðsøki og tí hava vit valt fyri fyrstu ferð, at tey, ið arbeiða á serstovnum, eisini skulu í verkfall.

 

- Tað er eingin orsøk hjá okkum at fara í verkfall, um alt økið, vit samráðast um, fær undantaksloyvi. Á stovnunum, sum verkfallið rakar, starvast tænastumenn, sum ikki eru í verkfalli, og vit blanda okkum ikki uppí, um tænastumenninir arbeiða meir enn vanligt og har í ein mun gera arbeiðið hjá øðrum starvsfólkum, sum eru í verkafalli, tí heimini skulu jú virka so ella so undir hesum umstøðum.

 

 

 

Einki nýtt

 

Hvussu leingi verkfallið fer at vara, torir forkvinnan í Føroya Pedagogfelag ikki at geva eitt boð uppá. Men valla hendir nakað hesumegin vikuskiftið.

 

- Sum felag skulu vit taka støðu til, um vit skulu ella vilja arbeiða eftir teimum broyttu prinsippunum, sum mótparturin legði út við seinasta vikuskiftið, ella um vit skulu halda fast við prinsippið, sum altíð hevur verið brúkt. Tað er eftir okkara tykki sera ósakligt at broyta prinsipp undir samráðingunum, sigur Carita Björklund.

 

Felagið afturvísir harðliga tíðindunum frá Fíggjarmálastýrinum.

 

- Felagið hevur ikki gjørt krav galdandi, sum er hægri enn samlaði lønarkarmurin, sum tað nú verður ført fram í tíðindunum frá samráðingarleiðaranum í Fíggjarmálastýrinum. Partarnir skiltust undir fyrru semingini uppá, at ein arbeiðsbólkur skuldi gera uppskot til eina nýggja lønartalvu. Samstundis skuldu samráðingarpartarnir seta seg saman aftur at viðgera onnur sáttmálakrøv. Hetta arbeiðið skuldi verða liðugt 15. nov. Arbeiðsbólkurin var samdur um útrokningargrundarlagið og út frá tí avtalaða grundarlagnum gjørdi felagið uppskot til nýggja lønartalvu.

 

- Hini sáttmálakrøvini vórðu ongantíð viðgjørd, tí felagið fekk ongantíð fatur á ella frætti frá mótpartinum. Felagið møtti tískil til seming sunnudagin 18. nov. Aftaná at hava sitið nógvar tímar kom nýtt fólk frá Fíggjarmálastýrinum, sum boykottaði alt arbeiðið, sum arbeiðsbólkurin hevði gjørt og kom fram við heilt nýggjum útrokningarhættum og nýggjum útrokningarprinsippum. Hetta var orsøkin til, at felagið gjørdi av at slíta samráðingarnar.