Verkfallið: Vandi fyri at ILA - sjúkan breiðir seg

Nú verkfall er, fáa tey einki gjørt við ILA sjúka laksin í Funningsfirði og stórur vandi er fyri, at sjúkan fer at breiða seg. Ingeborg Vinther sigur, at tað eru tveir partar í trætuni og Funningslaks kann venda sær til arbeiðsgevaran


 

Hóttafall


? Verkfallið økir munandi um vandan fyri, at ILA sjúkan í Funningsfirði nú fer at breiða seg til onnur alibrúk í Føroyum.

Tað sigur Peter Østergaard, djóralækni hjá Landsdjóralæknaembætinum.

Hann sigur, at nú verkfall er, eru eisini møguleikarnir at berja ILA sjúkuna niður versnaðir munandi og tí er vandi fyri, at ILA eisini fer at taka seg upp í øðrum alibrúkum eisini.

Samstundis er eisini møgulkeikarnir fyri at berja sjúkuna niður í sjálvum Funningsfirði munandi versnaðir.

Har er støðan í løtuni tann, at tað tykist sum um alibrúki kann haldast gangandi. Men hvussu gongdin verður, er hinvegin meiri ivasamt.

Hann sigur, at fiskurin í ringinum, sum ILA varð staðfest í herfyri, er dripin.

Harafturat var ætlanin at drepa og selja tann fiskin, sum kann drepast til matna . Ætlanin var at føra fiskin til Oyndafjarðar á sláturvirki har.. Somuleiðis var ætlanin at taka tann minna fiskin, sum ikki er búgvin at taka til matna og at beina fyri honum.

? Ætlanin var at drepa tann minna fiskin eisini nú í summar, so at fjørðurin kom at liggja ónýttur í eina tíð, tí tað hevði verið tann tryggasta loysnin.

? Skulu vit bíða eftir, at hann veksur seg nóg stóran til at verða dripin til matna, skulu vit bíða líka til í mars mánaða næsta ár. Men treytin fyri tí er í øllum førum, at deyðtíttleikin ikki økir.

Fyribils hevur verkfallið sett fót fyri øllum hesum ætlanunum, og Peter Østergaard veit ikki, hvussu hetta fer at taka seg upp

Men støðan er ?óbehagilig?, sum hann málber seg.

Men hann sigur, at harafturat hava blóðroyndir víst, at ILA eisini er øðrum ringum hjá Funningslaks í Funningsfirði.

? Har doyr fiskur, men sum støðan er, ber ikki til at taka tann deyða fiskin.


Økir vandan

Djóralæknin sigur, at tískil kann verkfallið elva til stórar trupulleikar.

Sum støðan er nú, kann onki gerast og tískil økist eisini smittutrýstið í ringunum hjá Funningslaks, og tí er støðan hættislig har, sigur hann.

Men tað er ikki bara á Funningslaks, at hesir trupulleikarnir kunnu taka seg upp.

? Trupulleikar kunnu sanniliga eisini taka seg upp á øðrum alibrúkum. Eru ov fá fólk til arbeiðis, kann avleiðingin verða, at, at tað ikki ber til at taka tann deyða fiskin upp í nóg góðan mun. Vandi kann eisini verða, at ólag kemur á fóðringina.

? Alt hetta kann gera fiskin strongdan og tað økir um vandan fyri at fiskurin fær ILA, ella aðrar sjúkur.

? Verkfallið kann ikki fáa skyldina fyri, at ILA er í Føroyum. Men er smittan aðrastaðni í Føroyum enn í Funningsfirði, kann strongd hjá fiskinum skjótt føra við sær, at sjúkan brýtur út.

Onkur hevur verið so svartskygdur at spáa, at hetta kan verða endin á føroyskari alivinnu?

?Tað vil eg nú ikki siga. Men støðan er støðan er sera álvarslig og avleiðingin kann gerast ein dygt, fíggjarligt tap, sigur Peter Østergaard.


Onki undantak

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at alivinnan fær ikki undantaksloyvi.

?Funningslaks hevur biðið um undantaksloyvi, men tað ber ikki til.

Hon leggur afturat, at tann av eigarunum av Funningslaks, sum bað um undantaksloyvi, brúkti eisini eitt orðaval, sum avgjørt ikki tænti hansara áhugamáli.

Hon heldur eisini,at Føroya Arbeiðarafelag er ikki rætta staðið at venda sær hjá fólki, sum hevur trupulleikar av støðuni.

? Tað eru tveir partar í hesi trætuni. Bæði hjá alivinnuni, o.ø., sum hava trupulleikar av støðuni, er Føroya Arbeiðsgevarafelag rættað staðið at venda sær til. Tí so títt og knapt teir eru sinnaðir at geva okkum ein brúkiligan sáttmála, verður verkfallið avblást, sigur Ingeborg Vinther.