Semingsstovnurin hevur útsett ætlaða verkfallið hjá Fiskimannafelagnum eina viku. Semingsstovnurin kom fyrr í kvøld uppí sáttmálasamráðingarnar millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið. Tað gjørdi Semingsstovnurin eftir at samráðingarnar millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið slitnaðu seinnapartin.
Í fráboðan stutt fyri klokkan fimm boðaði Fiskimannafelagið frá, at nú samráðingarnar eru slitnaðar, hevur nevndin í Føroya Fiskimannafelag gjørt av at lýsa verkfall fyri allar limir felagsins frá hósdegnum 13. desember 2007 kl 06:00. Verkfallið skuldi fevna um allar limirnar hjá Fiskimannafelagnum, sum sigla við skipum, sum hoyra til økið hjá Føroya Reiðarafelag.
Men verkfall verður ikki í morgin kortini. Eftir at hava tosað við partarnar hevur semingsstovnurin gjørt av at útseta eitt møguligt verkfall.
- Langt er millum partarnar, men vit hava so gjørt eina roynd at finna semju, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Rás2.
Hann fer at brúka komandi dagarnar til at tosa við partarnar, og fyrsta semingin verður mánadagin.
Stigið hjá Semingsstovninum merkir, at fiskiflotin í fyrsta lagi verður lagdur hósdagin í næstu viku.