Verkfallið, sum flogskiparar hjá SAS høvdu boðað frá, er nú avblást.
SAS sigur í eini fráboðan, at ein trý ára sáttmáli er gjørdur ímillum SAS og donsku flogskipararnir. og sostatt er verkfallið, var fráboðað at byrja næsta leygardag, avblást.
SAS sigur, at sáttmálin vísir ein felags áhuga at skapa ein varandi vøkstur í flogfelagnum.
Somuleiðis skrivar check.in, at í síðstu viku varð sáttmáli eisini gjørdur við svensku flogskipararnar, men at enn er sáttmáli ikki fingin í lag við norsku flogskipararnar, men at tað verður væntandi í næstu framtíð.
Les eisini: Flogskiparar hjá SAS hótta við verkfalli