Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag sent Fíggjarmálaráðnum eina fráboðan um, at verkfallið hjá limum felagsins verður víðka hósdagin til eisini at umfata B7. Tað upplýsir Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, fyri Miðlahúsinum.
- Klokkan tvey í dag sendu vit fráboðan til Fíggjarmálaráðið um, at vit víðka arbeiðssteðgin til B7 á Landssjúkrahúsinum, galdandi frá hósmorgni klokkan sjey. Arbeiðssteðgurin umfatar allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á B7, sigur Óluva í Gong.
Fyrr í dag segði Óluva í Gong, at felagið fór at víðka um arbeiðssteðgin, um Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum ikki var sinnað at koma aftur til samráðingarborði, men við in.fo segði Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, at tey í løtuni ongar ætlanir høvdu um at fara aftur til samráðingarborðið.