VERKFALL
Verkfallið hevur nú vart siðani 8. mai. Hetta eru smáar fýra vikur. Roknað vit frá arbeiðsdagar frá 9. mail til og við 4. juni, gevur hetta seytjan arbeiðsdagar.
Fyri hesa tíðina fáa fólk í verkfalli løn frá verkfalsgrunnum. Hesin peningur hava limirnir sjálvir goldið inn, men skulu nú gjalda skatt, tá hann kemur útaftur.
Ein arbeiðari hevur sum grundløn 92,2 kr. um tíman. Afturat hesum kunnu koma ymsar viðbøtur, t.e. fyri skitið arbeiði ella okkurt serstakt arbeiði.
Afturat tímalønini ein lønmóttakari frítíðarløn, sum er tólv prosent afturat grundlønini. Harumframt verður sum er latið 3,6% í eftirlønargjaldið. Sostatt er samlaða útgjaldið fyri ein vanligan arbeiðstíma hjá arbeiðsgevaranum 106, 58 kr.
Meðan verkfall fáa fólk vanliga 70% av lønini í verkfallspengum, um hesi gera sínar skyldur við at standa vakt og annað.
Siga vit, at eftirlønargjald eisini verður goldið av verkfalsgrunni, so er virðið á hvørjum tíma nú 74,61 kr. ella 32 kr. minni enn í síðsta sáttmálaskeiðinum.
Missurin um dagin 255,8 kr. ? um vikuna 1.279 kr.
Missurin pr. 4. juni hevur verið sosatt verið 4.348 kr. samanlagt.
Verður ikk roknað við eftirlønargjaldinum, so er tapið 247, 8 kr. um dagin og 4.213 kr. samanlagt.
Men so er spurningurin, um verkfallið loysir seg.Fólk halda flest øll upp á, at tað ikki ber til at rokna hetta beinleiðis, og tað er ivaleyst eisini nakað um prátið.
Nýta vit tríggjar krónur afturat tímalønini og eitt prosent afturat eftirlønini sum útgangspunkt,. so vísir tað seg, at verkfall á ein hátt loysir seg. Við seytjan sum útgangspunkt, so gevur ein tílíkur sáttmáli 9.128 kr. meira í enn tann undanfarni, tá verkfallspengarnir eru drignir frá. Íroknað verkfallspengar gevur tað einar 19.000 kr. meira, og hetta er væl meira enn tær fýratúsund, sum eru mistar við verkfallinum í mun til gamla sáttmálan.
Men uppgerðin skal takast við fyrivarni, tí ein nýggjur sáttmáli merkir eitt nú eitt nýtt útgangspunkt.
100 milliónir
Eitt annað áhugavert útfrá hesum tølunum er, hvussu nógv verkfallsgrunnarnir hava verið noyddir at goldið í verkfallinum.
Ingeborg Vinther sigur, at um 11-12.000 fólk eru í verkfalli. Roknað vit við 11.000 fólkum, so hevur verkfallið kostað grunnunum 108 mió. kr., tá roknað verður uttan eftirlønargjald.
Tað er so heldur ikki vist, at øll fáa júst hetta 70%, men í øllum førum kostar ein ?vanligur? persónur í verkfalli verkfallsgrunnunum. 578,28 kr. um dagin í besta føri.