Starvsfólkini, sum vanliga flyta lønir vóru í verkfalli, men landsstýrið skipaði fyri, at lønir vórðu fluttar. Hetta hevur kostað nógv eyka arbeiði og upprudding hjá starvsfólkunum, tá tey komu aftur til arbeiðis.
Hetta skrivar blaðið hjá Starvsmannafelagnum, Starvsblaðið.
Í viðmerkingum til eykajáttanarfíggjarlógina fyri 1999 stendur, at flestu útreiðslur koma av eyka lønútgjaldingini, sum var koyrd uttan um skipanina.
Gjaldstovan hevur eina eykaútreiðslu upp á 432.000 krónur, Almanna- og Heilsumálastýrið 202.000 krónur, Landssjúkrahúsið 342.000 krónur, Klaksvíkar Sjúkrahús 260.000 krónur, Suðuroyar Sjúkrahús 50.000 krónur og Almannastovan 430.000 krónur.
Í Eykajáttanaruppskotinum síggjast meirútreiðslurnar hjá Vinnumálastýrinum og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ikki. Men Starvsblaðið skrivar, at stórir trupulleikar hava verið á stovnum undir hesum stýrum, fyri at fáa skil á aftur flytingarnar.
Beinleiðis eykaútreiðslan, sum kemur til sjóndar á eykajáttanarfíggjarlógini fyri 1999, og sum koma av, at lønir vórðu fluttar uttan um skipanina, hava kostað landskassanum 1,716 milliónir krónur.
Eykaútreiðslurnar hjá Vinnumálastýrinum og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum eru ikki upplýstar, men Starvsblaðið roknar útreiðslurnar á leið tær somu, sum hini stýrini hava havt. Tað merkir 3-400.000 krónur. Soleiðis verður komið fram til, at í alt hevur tað kostað landskassanum 2,4 milliónir, tá verkfallsrakt arbeiði varð gjørt í vár.