Verkfallið kann enda í ruðulleika

Arbeiðarafeløgini vilja ikki hava skyldina, tí endar verkfallið í ruðuleika, er tað tí, at vit verða provokerað út um alt mark, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

Verkfall

? Verkfallið kann enda í ruðulleika
Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann sigur at tað sum er farið fram seinastu dagarnar, kann elva til, at støðan verður spentari og spentari og so veit ongin, hvat avleiðingin kann kann vera.
Tað, hann sipar til, er tað sama, sum hann fleiri ferðir hevur sagt fyrr.
Og tað er, at fólk virða ikki verkfallið.
? Tað eru óteljandi dømi um, at fólk bjóða seg fram at gera verkfalsrakt arbeiði og at arbeiðspláss, har limir í arbeiðarafeløgunum arbeiðið, ganga at kalla sum vant, hóast verkfall er.
Hans Joensen segði áðrenn semingsfundin í gjáramorgunin, at endaði hann úrslitaleysur og fólk blíva við at bróta verkfallið, kann avleiðingin vera at støðan spennist sum frálíðir og so veit ongin, hvat kann henda.

Fásiga sær alla ábyrgd
Ein møgulig avleiðing av hesum er, at verkfallið herðist.
Áhaldandi royndirnar at bróta verkfallið kunnu føra til, at verkfalsvaktirnar á ávísum arbeiðsplássum verða styrktar.
Og tað kann eisini føra til, at vegir verða blokeraðir.
Men hann leggur dent á, at hendir tað, fara arbeiðarafeløgini at frásiga sær alla ábyrgd.
? Vit hava roynt at verið lagalig og gjørt sum minst burturúr blokadum. Men tað vísir seg ferð eftir ferð, at okkara vælvilji verður misbrúktur til at gera verkfalsrakt arbeiði. Tað einasta vit fáa burturúr okkara vælvild er tískil, at vit bíta okkum sjálvi í halan.
? Tí mugu vit umhugsa, hvat vit fara at gera.
Hann sigur, at eitt dømi um at vælvildin hjá arbeiðarafeløgunum verður misbrúkt, er at mikudagin skuldi Shell í Havn koyra olju umborð á Smyril, men brúkti ssamstundis høvi til at smugglað bensin og olju til onkrar bensinstøðir. Hetta hevur sett ferðasambandið í vanda, tí nú umhugsa arbeiðarafeløgini feløgini í verkfalli at taka undantaksloyvi til Strandferðsluna aftur. Sí grein aðrastaðni í blaðnum.

Fara nú at herða verkfallið
Eisini Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, heldur, at støðan, sum verkfallið nú er komið í, ger tað neyðugt at herða tað.
? Tað er nógv verri at fáa undantaksloyvi nú, enn tað hevur verið og framyvir verða undantaksloyvi ikki givin.
Ein avleiðing av hesum er, at nú er undantaksloyvi tikið aftur, sum varð givið til neyðsynjararbeiðið í alibrúkum í samabandi við sjúku, so at arbeiðið í alibrúkunum kann steðgast frá løtu til løtu. Annars var avtalan, at uppsagnarfreistin var 48 tímar.
Annars verður alla tíðina umhugsað, í hvønn mun tað verður neyðugt at herða verkfallið og, hvørji stig so skulu setast í verk.
Endaði semingsfundurin í gjár úrslitaleysir fara fakfeløgini tískil at taka spurningin upp.