Verkfallið: Enn er støðan ikki óforsvarlig

Vit hava fingið tey undantøk, vit hava biðið um, sigur varastjórin á Landssjúkrahúsinum

Vit eru hart kroyst, men støðan er ikki óforsvarlig. Tað sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, nú verkfallið hjá sjúkrasystrunum hevur vart í níggju dagar.

Longu tá ið verkfallið byrjaði seinasta mánadag, væntaðu tey, at tað gingu ikki meir enn tveir tríggir dagar, so gjørdust støðan óforsvarlig.

Men Margit Stórá sigur, at tað er hon ikki enn, og tað er tí ,at í høvuðsheitum hava tey fingið tey undantøk, tey hava biðið um. Summi undantøk eru tíðaravmarkað, men tey eftirmeta støðuna alla tíðina.

– Vit eru ikki komin hartil, at vit hava boðað myndugleikanum frá, at støðan er óforsvarlig, sigur Margit Stórá.

Tað merkir, at allir sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, fáa viðgerð og eingin verður útskrivaður fyrr enn tað er læknafakliga er forsvarligt, sigur hon.

– Vit seta ikki trygdina í vanda, sigur hon.

Men aftur fyri merkir hetta, at allar viðgerðir, sum kunnu bíða, tær verða útsettar og avleiðingin av tí, er, at bíðilistarnir til nógvar viðgerðar, verða longri og longri. Hetta er steinur oman á byrðu, tí frammanundan hevur korona longu elvt til, at teir eru longdir nakað.

– Allar viðgerðir, sum eru lagdar til rættis, men sum kunnu bíða, verða útsettar, tí tað hava vit ongan møguleika til, sigur hon.

Hon sigur, at eitt dømi um, hvussu nógv virksemið er skert, er, at á skurðseingjadeildini plaga tey at hava 34 seingjarpláss, men har eru bara starvsfólk til 10 sjúklingar nú verkfallið er.

Hon leggur afturat, at ein onnur avleiðing av verkfallinum, er starvsfólkini, sum eru eftir, eru undir hørðum trýsti, tí tey hava nógv meiri at gera enn tey vanliga hava.

Hvussu leingi tað fer at arbeiða bíðilistan undan aftur, veldst um, hvussu leingi verkdallið verður, og hvat verður játtað av pengum til endamálið.