Starvsfólkini í Eiffeltorninum løgdu arbeiðið niður í gjár fyri at mótmæla trygdini í torninum og lønarviðurskiftunum Tey nógvu, sum ætlaðu sær ein túr upp í tað heimsklenda Eiffeltornið í París í gjár, sluppu ikki uppfrá. Orsøkin var, at tey umleið 500 starvsfólkini hjá torninum høvdu lagt arbeiðið niður.
Starvsfólkini siga, at tey eru misnøgd við ymisk viðurskifti. Millum annað halda tey, at trygdin hjá starvfsfólki og vitjandi er ikki nóg góð. Harafturat eru tey misnøgd við ta løn, tey fáa, og tey eru heldur ikki nøgd við arbeiðsumstøðurnar, skrivar Ritzau.
Í fjør vitjaðu 6,9 milliónir fólk Eiffeltornið.










