Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús hava í morgun útsett fleiri ætlaðar skurðviðgerðir í kjalarvørrinum av, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fríggjadagin í síðstu viku boðaði frá verkfalli fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir á øllum trimum sjúkrahúsum. Tað visti Kringvarp Føroya at siga í útvarpstíðindunum á middegi.
- Tað er altíð keðiligt at boða fólki frá, at tey ikki sleppa til ta viðgerðina, ið tey annars skuldu til, men tá støðan er soleiðis, ið hon er, so er ikki nógv at gera, sigur Ronnie Midjord við KVF, ið upplýsir at umleið 35-40 starvsfólk hjá Landssjúkrahúsinum eru rakt av verkfallinum.
Sambært Kringvarpinum, so hava tey bæði smærri sjúkrahúsini eisini verið avlýst ætlaðar skurðviðgerðir, og rakar verkfall eini fýra til fimm starvsfólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og fýra starvsfólk á Suðuroyar sjúkrahúsi.